Nú er Boði Haraldson settur í starv sum leiðari á Virkisdeildini hjá Landsverki.
Tað er í sambandi við bygnaðarbroytingar á Landsverki, at tríggir nýggir deildarleiðarar skulu setast, Ein fíggjarleiðari, ein starvsfólkaleiðari og ein leiðari fyri Virkisdeildina.
Fyri góðari viku síðani var Róaldur Jákupsson settur sum fíggjarleiðari og nú er Boði Haraldson settur sum leiðari á Virkisdeildini.
Boði Haraldson er 58 ára gamal, hann er verkfrøðingur, og hevði drúgvar royndir sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu, áðrenn hann kom í starv sum rakstrarleiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki á heysti 2016.
Afturat hesum báðum nýggju deildarleiðarunum skal í næstum setast ein starvsfólkaleiðari, og tá er leiðslan á Landsverki aftur fullmannað.
Boði Haraldson tekur við starvinum beinanvegin sum leiðari á Virkisdeildini á Landsverki.