Landsverk røkir millum annað føroyska vegakervið. Vegir verða gjørdir í stand, bilverjur settar upp, vegirnir grivnir fyri kava, tá ið tann tíðin er, og skelti skulu eisini geva røttu boðini. Men Landsverk er ikki bara stórar maskinur, bilur og jeepar. Landsverk hevur – sum tað sæst á myndini – eisini ein bát til taks – og tað er kanska hent – um ikki endiliga á vegunum...