Landsverk: Aktið ferðsluljósini

Nýggj ljósregulering er sett upp við tunlarnar Norður um fjall

Hósdagin var nýggj fyribils ljósskipan sett upp við tunlarnar Norður um fjall – teir eru Árnfjarðatunnilin og Hvannasundstunnilin.

 

Herfyri var boðað frá, at ljósreguleringin, sum var sett upp fyri at bøta um ferðsluna gjøgnum tunlarnar Norður um fjall, var óvirkin, og nýggj ljósskipan skuldi setast upp. Hon varð sett upp í gjár.

 

Landsverk sigur, at nakrar reguleringar skulu gerast, fyri at ferðslan kann koyra eftir besta førimuni. 

 

– Ljósskipanin er sett soleiðis upp, at bilførarar koma at bíða í mesta lagi 15 minuttir. Um gott tríggjar vikur, verður ein meiri snildari skipan sett í verk, har følarir vera settur á vegin og ferðslan kann koyra enn betri, sigur Landsverk.

 

Landsverk heitir á bilførarar, um at vísa varsemi og yvirhalda ferðsluljósini, so ferðslan kann koyra væl ígjøgnum tunlarnar.