Skal nøkur meining vera í, mugu landsstýrisfólkini taka sína ábyrgd í álvara.
Tað halda løgtingsgrannskoðararnir.
Áðrenn Landsgrannskoðarin leggur eina frágreiðing úr hondum, skal hon verða løgd fyri viðkomandi landsstýrismann til viðmerkingar.
- Men tað kemur meira enn so fyri, at landsstýrismaðurin ikki svarar, ella at svarið bert er ein rein endurgeving frá einari stovnsleiðslu ella øðrum, siga Løgtingsgrannskoðararnir.
Teir halda, at tað er als ikki nøktandi, at landsstýrisfólk ikki taka ábyrgd og taka støðu til frágreiðingarnar.
- Skal nøkur meining vera í at senda landsstýrisfólkum frágreiðingar til viðmerkingar, mugu landsstýrisfólkini taka tær skyldur á seg, sum áliggja teimum, siga grannskoðararnir hjá Løgtinginum. |