Landsstýrismaður vil hava SEV at selja olju

– Mær dámar væl kapping. Nú hevur SEV fingið kapping frá privatum aktørum innan grøna orku. Hví loyva vit ikki eisini SEV at kappast innan keyp og sølu av oljuúrdráttum?

 

Hendan spurningin setir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og fyrrverandi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum.

Hann sigur, at eitt duopol við somu óvanliga høgum prísum er als ikki gott fyri brúkaran – ella fyri føroyska búskapin.

– Kann nakar hava nakað ímóti tí? Øll vilja hava kapping og kappingarførar prísir, ella??

– Skal tað verða loyvt at hava duopol á neyðsynjavørum í landi okkara?

– Eg eri ordiliga við uppá at satsa big time upp á grøna orku, men tað verður ikki í morgin árini, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook.