Landsstýrisfólkini fingu loyniligu avtaluna

Landsstýrisfólkini tóku stuðulin aftur, tá tey lósu avtaluna.

Kaj Leo Johannesen greiðir frá, hvussu leikur fór í juni 2013, frá tíðini tá processavtalan við CIP varð undirskrivað 21. mai og til endaliga avtalan skuldi undirskrivast 27. juni.

 

Hann greiðir frá einum landsstýrisfundi 17. juni. Rumbul hevur tikið seg upp og fleiri og fleiri seta spurnartekin við, hvat avtalan í veruleikanum inniber. Løgmaður greiðir frá, at tá á hesum landsstýrisfundinum var lagið ringt á fólki. Landsstýrisfólkini vóru ónøgd við, at tey ikki fingu nakað at vita, at tey vóru illa kunnað og at alt var ov afturlatið.

 

- Eg havi lyndi til, at síggja míni landsstýrisfólk sum innside-arar, við tagnaðarskyldu, og eg meinti, at tey máttu fáa avtaluna, so tey kundu seta seg inn í málið, segði løgmaður.

 

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, var ikki álvuligur við hetta, og vísti til at CIP setti strangar treytir fyri, hvør slapp at síggja avtaluna, men løgmaður strongdi á, og endin varð, at innlendismálaráðið sendi løgmansskrivstovuni avtaluna, sum síðani sendi landsstýrisfólkunum hana.       

 

- Á landsstýrisfundinum dagin eftir, 18. juni, gjørdist greitt, at stuðulin í landsstýrinum varð nógv viknaður. Verkætlanin tyktist alt ov dýr, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.