– Landsstýrið hevur kroyst fakfeløgini upp móti einum veggi við reallønarniðurskurði og eini eftirlønarlóg, sum benleiðis setur túsundtals starvsfólk niður í løn, og um feløgini ikki makka rætt, steðga samráðingarnar.
Tað sigur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen.
– Vandi er síðan fyri, at tá fakfeløgini fráboða lóglig stríðsstig, leggur løgtingið uppí. Tað er ikki gott, og tað er ein beinleiðis misskiljing av frælsa samráðingarrættinum, sigur hon.
Forkvinnan í Pedagogfelagnum vísir á, at løgtingið hevur heimild at blanda seg upp í samráðingarnar, um tað vísir seg, at møgulig stríðsstig ganga ov harðliga út yvir ávísar samfelagsbólkar, og um vandi sendst um lív.
Hon vísir á, at hetta hava vit sæð Løgtingið brúkt í øðrum førum við at broyta galdandi lógir og byggisamtyktir í einari handavend.
– Tað er ikki ætlanin við heimildini, at løgtingið fer inn og brúkar vald bara fyri at brúka vald, hinvegin hevur løgtingið skyldu til at brúka sítt vald til tess at forða fyri, at vanlukkur henda, sum hava álvarsligar fylgjur fyri land ella fólk. Og júst í hesum føri, har strandfaraskipini møguliga verða løgd, er ikki talan um vanda fyri lívi ella heilsu, ella at stór virðir hja landinum fara fyri skeyti. Tað er sjálvandi sera ørkymlandi fyri tey, sum verða rakt av einum verkfalli, líkamikið hvørji tey eru, ella hvar í landinum tey búgva. Hetta er ein partur av tí at lýsa ella fara í verkfall, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum, sum heitur á politiska myndugleikan um at halda fingrarnar burtur frá samráðingunum og um at lata partarnar á arbeiðsmarknaðinum gera sítt arbeiðið.
– Kanska átti landsstýrið, áðrenn tey blanda seg uppí, heldur at hugt at, hvussu samráðingar fara fram, og tann møguleikin er altíð til staðar. Politikarar kunnu vera við til samráðingarnar, og tað vóru teir fyrr. Eg skilji ikki, hvussu ein politikari, sama um tað er landspolitikari ella kommunalpolitikari, kann velja als ikki at vísa seg við samráðingarborðið, uttan tann dagin skrivast skal undir. Undirskriftina kundi eitt embætisfólk borið millum hæddirnar í fíggjarmálaráðnum, men tankarnar og argumentini kann ein ikki lata øðrum at umsita, sigur Maud Wang Hansen.
Lesið viðmerkingina hjá Maud Wang Hansen í fullum líka VIÐ AT TRÝSTA HER