Landsstýrismenn skulu virða játtanina

-Landsstýrismenn skulu læra seg at virða ta játtan, teir fáa á fíggjarlógini. Tað gongur snøgt sagt ikki, at teir koma seinast í árinum og biðja um eykajáttan. Teir skulu halda seg til teir karmar, sum løgtingið hevur samtykt, sigur formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg

Í dag verður farið undir aðru viðgerð av fíggjarlógini fyri 2005. Fíggjarnevndin kom mánadagin við sínum tilmælum, og meirlutin í nevndini hevur gjørt av skarva 13 mió. krónur av fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Í uppruna uppskotinum hjá Bárði Nielsen var hallið 197 mió. krónur, men nýggjar inntøkumetingar frá fíggjarmálaráðnum fyri 2005 hava havt við sær, at hallið á fíggjarlógini 2005 var mett at vera 241 mió. krónur. Í álitinum frá fíggjarnevndini hevur meirlutin skarva av hallinum, so at botnlinjan nú eitur 228 mió. krónur.
-Hetta verður nøkunlunda tað. Eg vænti ikki, at nógvar broytingar vera gjørdar afturat, áðrenn endaliga uppskotið verður samtykt, tí flestu broytingar eru gjørdar í samráð við landsstýrismenninar, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.

Eingin meirjáttan
Undir fíggjarlógarviðgerðum seinastu árini hevur fíggjarnevndin strongt á at fáa landsstýrismenninar at virða ta játtan, teir fáa við ársbyrjan. Hóast greið boð frá fíggjarnevndini, hava landsstýrismenn seinastu árini kortini havt ilt við at tikið boðini í álvara, men hesum trupulleika vil Anfinn Kallsberg koma til lívs.
-Landsstýrismenn skulu læra seg at virða ta játtan, teir fáa á fíggjarlógini. Tað gongur snøgt sagt ikki, at teir koma seinast í árinum og biðja um eykajáttan fyri pengar, sum eru brúktir í teirra játtan, tí tað er ikki rætti at máti at stýra upp á. Teir skulu halda seg til teir karmar, sum løgtingið hevur samtykt, sigur formaðurin í fíggjarnevndini avgjørdur.
Anfinn Kallsberg vísir á, at í framtíðini skal tað verða undantakið um ein eykajáttan verður góðtikin av fíggjarnevndini.
-Vit vilja broyta siðvenjuna. Tað skal vera eitt undantak, og ómetaligar góðar grundgevingar um vit skulu góðtaka at lata eykajáttan, sigur Anfinn Kallsberg

Tætt samstarv
Undir fíggjarlógarviðgerðini fyri 2004 í vár tók ein orrusta seg upp millum landsstýrið og fíggjarnevndina, tá landsstýrið varð biðið um skarva 30 mió. krónur av fíggjarlógini
Undir fíggjarlógarviðgerðini hesaferð tykist arbeiðslagið millum meirlutan í fíggjarnevndini og landsstýrið vera betri.
?Tað hevur verið eitt heilt annað útgangsstøðið hesaferð. Sammett við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2004, hava vit hesaferð verið við til at fyrireika fíggjarlógaruppskotið, sum kom frá landsstýrinum. Umboð fyri landsstýrið, flokkarnar og samgongulimir í fíggjarnevndini hava verið við til orða fíggjarlógaruppskotið fyri 2005, og hetta hevur havt við sær, at vit í fíggjarnevndini hava minnið at finnast at hesaferð, sigur Anfinn Kallsberg.




Fakta: Fíggjarlógin 2005

Upprunaupskotið: - 197 mió.

Nýggj inntøkumeting 2005: 44 mió. minni í inntøkum

Upprunauppskot og nýggj inntøkmeting: -241 mió. krónur

Fíggjarnevndarálitið: -228 mió. krónur


Mynd; -Vit vilja broyta siðvenjuna. Tað skal vera eitt undantak, og ómetaligar góðar grundgevingar um vit skulu góðtaka at lata eykajáttan, sigur Anfinn Kallsberg
Mynd: Savnsmynd