Landsstýrismaður: Tey eiga at fáa lønarhækking

Tað er kanska nú, vit síggja best, hvussu nógv tey eru verd, heldur Jenis av rana

 

Nógv av teimum, sum stríðast mest fyri at halda samfelagið gangandi í koronakreppuni, eru ikki tey, sum hava tær bestu lønirnar.

Tað staðfesti Jenis av Rana, landsstýrismaður, í Løgtinginum í gjár, tá ið Løgtingið viðgjørdi ein hjálparpakka til fyritøkur, sum eru hart raktar av koronakreppuni.

Undir orðaskiftinum sveimaðu tinglimir eitt sindur, og í hesum sambandi dróg Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, eisini tey fram, sum í hesum døgum standa í fremstu røð fyri at hava samfelagshjólini malandi undir koronakreppuni.

Her hugsaði hon um starvsfólkini í heilsurøktini, starvsfólkini í eldrarøktini, tey, sum arbeiða við ruskinnsavning, reingerð, og øðrum.

Tað gongur eisini sjón fyri søgn, at hesir starvsbólkar brádliga eru vorðnir sera høgt í metum, nú koronakreppan herjar og tað er eru ikki so fá, sum kalla tey okkara gerandishetjur.

Men samstundis vísti Sirið Stenberg á, at hetta eru ikki starvsbólkar, sum eru serliga væl løntir. Men tað síggja vit, hvørja ferð tað stendur á, so eru tað samfelagsbólkarnir við teimum lægru lønunum, sum halda øllum gangandi.

Jóannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, tók undir við henni – og tað gjørdi Jenis av Rana eisini.

– Nógv av teimum, sum stríðast mest fyri at halda samfelagið gangandi í dag, eru tey, sum ikki hava tær bestu lønirnar.

– Og eg eri púra samdur í, at tað eru nógv, sum áttu at fingið »eina útrætta hond á komandi lønarsamráðingum«, segði Jenis av Rana.

– Tað síggja vit kanska best nú, legði hann afturat.

Myndin varð løgd alment á ein facebook vanga hjá eini sjúkrasystir á G4 á Landssjúkrahúsinum. Hetta eru nøkur av teimum, sum verða kallaðir gerandishetjur, og sum Jenis av Rana heldur, eiga at fáa eina »útrætta hond« í næstu lønarsamráðingum.

Her eru tær við eini inniligari áheitan á Føroya fólk um at halda seg heima.

Tey leggja afturat, at støðan í dag er neyvan tað, tær høvdu ímyndað sær, tá ið WHO, alheims heilsustovnurin undir ST, lýsti 2020 varð lýst sum alttjóða árið hjá sjúkrarøktafrøðingum og ljósmøðrum.