Í mars mánaða í ár samtykti so eitt nærum samt løgting at gera havn í Vági. Hetta var efti tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Í september mánaða samtykti aftur eitt samt løgting at játta pening til projektering av hesi somu havn í Vági ? eisini eftir uppskoti frá sama landsstýrismanni.
Løgtingsins vilji kom til sjóndar í eini verklagslóg, sum landsstýrismaðurin hevði fyrireika av einslistum, og løgtingsins vilji kom aftur til sjóndar seinni, tá sami landsstýrismaður bað um játtan til projektering av sínum egna uppskoti.
Eitt løgtingsval lá ímillum hesar báðar samtyktir. Allir flokkar hava í valstríðnum erpað sær av tí, og skuldi málið sostatt verið væl tryggjað.
Í september mánaða skjóta tveir andstøðumenn upp at avtaka hesa somu løgtingslóg um Vágs havn. Teir halda ikki, at løgtingsins viljia, so sum hann var staðfestur ikki minni enn tvær ferðir av tveimum løgtingum, vera í nóg góðum hondum.
Fyribils úrslitið av hesi uppílegging í gjørdar semjur er, at landsstýrismaðurin er lopin frá sínum egna máli og hevur tikið tað av fíggjarlógaruppskotinum.
Fyri stuttum royndi hann at selja suðringum ein tunnil millum Øravík og Hov fyri 100 mió.kr.
Hesuferð skuldi hann koma í staðin fyri Vágs havn, sum kostar landskassanum 16 mió.kr.
Fyrru ferð ætlaði hann at selja suðringum Norrønu í staðin fyri nýggja Smyril, og tá skuldu teir fáa sama Øravík Hov - tunnil afturat Norrønu, um teir tóku av tí tilboðnum.
Tað ferðina støðgaðu vit landsstýrismanninum, og tað fara vit at gera hesuferð eisini, hvar bæði havnalag og tunnil eru sópaði av borðinum.
Andstøðumenninir hava gjørt málinum um Vágs havn óbótaligan skaða. Har vit aðrir hava gingið á naglinum á stórutá fyri at bjarga tí, og hava bjarga tí, royna teir at forkoma tí.
Teir koma á ting við einum málið, sum er samtykt ikki minni enn tvær ferðir, og billa tinginum inn, at tað sum tingið hevur gjørt, ikki er nóg gott.
Harafturat møtir annar teirra upp á tingi við fullfíggjaðari privatari kostnaðarmeting av einum almennum projektið og profilerar seg soleiðis, sum um hann eigur havnalagið sjálvur.
Samanrenning av privatum og almennum áhugamálum, og uppílegging í gjørdar og lógarfestar semjur, hevur so higartil verið nógmikið til, at landsstýrismaðurin er lopin frá síni ætlan við Vágs havn.
Aðrar verkætlanir í Suðuroy og kring landið annars liggja fyri framman, og eru hesar allar partur av eini langtíðarætlan, sum vit áløgdu okkum sjálvum at halda, um fíggjarlig ábyrgd annars skuldi ráða.
Nú túrurin er komin til Suðuroyar sleppa vit ikki teimum samtyktu málunum, tá spakin skal setast í tey. Gera vit tað, sleppa vit stavnhaldinum, og eingin fær nakað burturúr nøkrum.
Eftir einari viku hoyra vit úr Vági, at læknin er frásettur, uppboðssølan stongd, fjørðurin vrakaður og laksavirkið afturlatið.
Landsstýrismaðurin skal taka at sær, at hann sleppur ikki at leggja stein oman á byrðu við sínum persónliga stríði móti teimum virðisskapandi átøkunum so sum at kolldøma fjørðin og strika havnalagið.
Tá hevur hann sett seg upp móti løgtingsins vilja, og tað fer at svíða sum svøllir.