Tá ið ein lærlingur, sambært lóg skal í skúla, skal lærumeistarin gjalda honum/henni fulla løn, hóast tey eru ikki til arbeiðis. Handverkslærlingar eru sostatt teir einastu skúlanæmingar, sum fáa løn fyri at ganga í skúla, ella vit kunnu siga, at handverkslærlingar eru einastu næmingar í Føroyum, sum skulu gjalda skúlapengar, øll hini fáa ókeypis undirvísing, og fleiri av teimum fáa eisini SU, men tað fáa handverkslærlingar ikki.
Fyri at bøta um nevnda mismun, sum soleiðis verður gjørdur millum handverksnæmingar og allar aðrar næmingar, kunnu meistarar søkja um endurgjald fyri tað løn sum verður goldið til lærlingar, tá teir ikki eru til arbeiðis vegna skúlagongd.
Fleiri politikkarar halda, at hetta endurgjaldið er ein stuðul til vinnuna, men so er ikki! Eitt endurgjald er gjald fyri nakað, sum frammanundan er goldið, og kann tískil ongantíð rópast fyri ein stuðul.
Av ókendari orsøk hevur løgtingsins fíggjarnevnd hildið, at umrødda endurgjald er eins og eitt gummiband, ið skal hálast út og inn alt eftir, hvussu landsins fíggjarorka er. Hetta gummibandið er bara galdandi fyri handverkslærlingar. Allir aðrir skúlanamingar verða ikki flongdir við slíkum bandi.
Endurgjaldið hevur verið 75%, 0%, 100% og 25%, haldi at talið fyri 2007 var sett til 75% men tað átti eyðvitað altíð at verið 100% fyri at taka umrødda mismun heilt burtur.
Havi spurt tinglimir í øllum flokkum, (tó ikki Miðflokkin) hví teir vilja varðveita slíkan mismun millum skúlanæmingar, men enn hevur eingin givið nakað skiljandi svar.
Men eftir at hava hoyrt viðgerðina í løgtinginum, skilji eg betur, hví tað er so trupult at svara. Málið kundi verið avgreitt innan 20 – 30 min., men tinglimir valdu at tosa um málið í fleiri tímar, og nærum alt tosið var møsn og uttanumtos, onkur samanbar nevnda endurgjald við rentustuðul, hví ikki seta stuðulin til 150% spurdi onkur annar, Kári á Rógvi, sum annars altíð er sera skilagóður vildi vera við, at málið er ein fyribils skipan, sum fyri øll má vera nakað spildur nýtt?
Heini O. Heinesen var tó so reiðiligur og segði, at ætlanin við uppskotinum var ikki annað enn ein roynd at fáa fleiri pengar í landskassan – takk fyri tað Heini. Landsstýrið manglar pengar og vil tískil enn einaferð brúka gummibandið, sum er tað sama sum at koyra sand í tólini hjá vinnuni, so hesi koma at ganga spakuligari – snávingarsteinur fyri vinnuna.
Hví var tað eingin tinglimur sum spurdi um tað órættvísa í, at hava eitt sveiggjandi endurgjald, tá ið grundalagið fyri endurgjaldinum ikki er sveiggjandi men hinvegin støðugt vaksandi?
Míni hagtøl vísa greitt, at tá ið løgtingið seinast lækkaði umrødda endurgjald, komu 30% færri lærlingar í læru.
Hví ikki avtaka umrøddu lóg, heldur enn at hava eitt sveiggjandi endurgjald, sum bara er til stríð og arg fyri allar partar?










