Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri
Nú Føroya Landsstýri hevur boðað frá niðurleggingum av deildunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya kring landið, eitt nú í Norðoyggjum, Vágum og Sandoynni, vil eg ávara ímóti at lata hesar sparingar raka kring landið heldur enn at spara í miðøkinum.
Tað ljóðar óiva so skilagott fyri tann góðvarna føroyingin, at landið roynir at leggja saman deildir ella funksjónir kring landið til tess at spara rakstrarútreiðslur - hetta er jú okkara skattapeningur - men tíverri er sannleikin ikki so einfaldur.
Nú í tíðini uppliva vit her á landi eina so sterka og miðvísa sentralisering sum ongantíð áður, har tað dagliga er sjón fyri søgn, at høvuðsstaður okkara í løtuni upplivir ein eksplosivan vøkstur, sum eingin politikari í dag tykist hava hug at gera nakað við, ella bara taka upp á tungu.
Samstundis er tann uttasti útjaðarin longu við at fara í søguna, útjaðaramarkið flytir longur inn, og soleiðis minkar búsetta land okkara, Føroyar.
Landsstýrið máar støðið
undan nátúrligu deplunum.
Sentraliseringsgongdin er tíverri ikki nakað nýtt her á landi, tóat hon hevur fingið meira ferð á í seinastuni. Tí hevur eitt av stevnumiðunum hjá stóru kommununum í KSF verið, at menna teir nátúrligu deplarnar - nøkur kraftsentur - kring landið, har bæði landsalment, kommunalt og privat virksemi skal skapa grundar-lag fyri vøkstri og menning, bæði vinnuliga og trivnaðarliga.
Tí eru hesi tíðindi um niður- og samanleggingar av deildum hjá Tolli- og Skatti kring landi eitt bakkast og steinur oman á byrðu hjá okkum, ið royna at arbeiða fyri at halda uppi og menna virksemið og uttan fyri høvuðstaðar- og meginøkið.
Tað kemur tíverri ongantíð, ella í besta lagi sera sjáldan, fyri, at Føroya Landsstýrið - tá tað rationaliserar - leggur niður eina av sínum deildum ella funksjónum í høvuðsstaðnum fyri í staðin at menna virksemið í deplunum kring landið.
Slík hugsan tykist at vera ómøgulig í landspolitikara og embætismanna eygum, og soleiðis verður land okkara - stykki fyri stykki, funksjón fyri funksjón og deild fyri deild - minka kring landið og so við og við lagt inn ímóti miðjuni.
Steðgið sentraliseringini!!
Hetta skriv er eitt varskó - ein staðilig ávaring - til okkara landspolitikkarar um at vakna og steðga sentraliseringini, sum fer at halda fram ótarnað, um einki verður gjørt. Gongdin er tíverri ógvuliga miðvís, og lítla land okkara heldur á at minka, um einki munagott verður gjørt.
Royndir aðrastaðni - og eftirhondini eisini her heima - vísa, at tað ikki bert er til gagns fyri land og fólk, at alt virksemi, og harvið eisini fólkameingi, flytir saman í ein stórbý. Land og fólk verða heilt víst fátækari uttan nøkur virkin og lívfør øki uttan fyri høvuðsstaðin, sum hinvegin tykist fáa alt fleiri "stórbýartrupul-leikar, eitt nú av vaksandi kriminalitet í einum umhvørvi, har hin einstaki verður alt meira ósjónligur - hetta er óføroyskt.
Ein kundi nevnt fleiri líknandi landsalmennar sparingar og rationaliseringar, sum antin eru gjørd ella ætlast at verða gjørd, ið bera á sama skeiva borðið, men tað skal liggja hesaferð, samstundis sum eg enn einaferð vil undirstrika, at um henda miðvísa skerjing av virkseminum kring landið ikki heldur uppat, verða Føroyar so við og við eitt land við bert einum miðøki við ongum lívi uttanfyri.
Tað kann neyvan verða viljin hjá okkara fólkavaldu - ella fari eg og fleiri við mær í Klaksvíkar Býráð veruliga skeiv?!?