Landsstýrið rekur fólk av landinum

Ger landsstýrið álvara av at áleggja teimum, sum sigla undir donsku DIS skipanini, at gjalda fimm prosent í føroyska landskassan, rýma so nógv fólk av landinum, at endaliga roknistykkið verður ein inntøkumissur.

Tað sigur felagið hjá DIS-siglarum, Antares Frítíðarfelag.

Eftir at hava frætt um kreppu-ætlaninar hjá Landsstýrinum, talar felagið nú at, og í skrivi, sum Thomas Lambastein, formaður í felagnum, hevur undirskrivað, verður víst á, at ætlaninar hjá landsstýrim eru har úti, tað ikki grynnur.

Við adressu til fíggjamálaráðharran, sigur felagið, at hesin er úti á so djúpum vatni, at hann ikki botnar, og at hann ikki veit hvat hendur, um skattur verður lagdur omaná hjá DIS-arunum. DIS-ararnir eru í løtuni 461 kvinnur og menn, sum hava adressu í Føroyum, men arbeiða eftir einari netto-løn, har eingin skattur verður goldin - hvørki í Danmark ella Føroyum.

Harafturímóti forvinna hesi fólk 123 milliónir krónur árliga, sum vera brúktar so at siga allar í Føroyum, har DIS-fólkini hava bústað. Tølini eru frá 2007.

Ein skattur upp á 5 prosent fer at hava við sær, at fleiri teirra flyta til Danmarkar fyri at sleppa undan honum, og ein skjót útrokning hjá felagnum vísir, at tað ikki skulu nógv fólk til, áðrenn talan verður um eina stóra undirskotsforrætning hjá landsstýrinum. Føroyski landskassin vildi fingið góðar seks milliónir krónur burturúr ætlaðu skattingini, men tapt aðrar knappar 19 milliónir, um 70 DIS-arar flyta úr Føroyum til Danmarkar.

Jóanes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, sigur við Rás 2, at hann ikki kann gera tær stóru viðmerkingarnar til Kreppu- og Vakstrarpakkan, so leingi hann er undir politiskari viðgerð. Tí hevur hann í løtuni onga viðmerking til DIS-ararnar heldur, men so skjótt politiska viðgerðin er liðug, verður boðað frá støðuni.

Hann leggur tó afturat, at ein javnvág millum møguleika fyri inntøkum og vanda fyri at missa tær, altíð skal takast við í viðgerðina.