Landsstýrið má rætta lyftisbrot

Privatu íleggjararnir í Atlantsflog eru somikið vónbrotnir av landsstýrinum, at tey nú krevja framíhjárætt til vinningsbýti

Kúvendingin í einskiljingarætlanini hjá landsstýrinum skal nú vigast av hægsta myndugleika í partvís almenna Atlantsflog.
Undan aðalfundinum fríggjadagin hevur størsti minnilutaeigari, smápartafelagið 07.12.07, lagt fram uppskot um aðalfundurin skal áleggja nevndini at orða eitt uppskot til viðtøkubroytingar, soleiðis at privatu partaeigararnir fáa framíhjárætt til vinningsbýti. Framíhjárætturin skal eisini vera galdandi, um felagið verður avtikið.
Nevnda smápartafelag, sum við sínum 5,7 prosentum av partabrøvunum er størsti privati eigari, er myndað av Eyðfinni Jacobsen, advokati. Aftanfyri smápartafelagið stendur bretin Adrian Noskwith, sum við sínum felag Tronos Limited er virkin í flogvinnuni norðanfyri New Foundland í Kanada.
- Partabrævið er í dag púra steindeytt. Eingin selir ella keypir og virðið er fallið støðugt síðani felagið varð skrásett á keypsskálanum. Hetta er so ein roynd at fáa virðið upp, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Til aðalfundin hesaferð skjýtur nevndin upp at luta út fýra milliónir krónur í vinningsbýti. Sambært uppskotinum til aðalfundin skulu privatu eigararnir í framtíðini fáa framíhjárætt til vinningsbýti.

Argumentið
Størsti privati partaeigarin vísir á, at síðani landskassin fyri góðum fimm árum síðani seldi ein triðing av partabrøvunum fyri 90 milliónir krónur, er virðið støðugt fallið. Partabrøvini vórðu tá seld fyri kurs 261, í dag er kursurin 135. Henda støða hevur fingið privatar íleggjarar at aftra seg við at selja, tí ein søla í dag førir við sær eitt tap á meira enn helvtina av íløguni.
- Landið hevur meldað út, at tað fer ikki at halda ætlanina um at selja seinna triðingin av partabrøvunum. Privatu íleggjararnir mugu tí staðfesta, at teir koma ongantíð at eiga meira enn ein triðing av felagnum, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Uppsteðgaða einskiljingin av Atlantsflog er av størsta privata eigaranum skýrd sum greitt lyftisbrot. Afturfyri má landið, sum størsti einstaki eigari, átaka sær ein kostnað. Argumentið hevur, sambært Eyðfinni Jacobsen, rótfesti millum allar privatu íleggjararnar:
- Ja, tað er mín kensla, at allir privatu partaeigararnir taka undir við hesum uppskotinum, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Endamálið við uppskotinum til viðtøkubroytingar er, sambært advokatinum, at økja um virðið og likviditetin á artabrøuvnum hjá privatu íleggjarunum.
- Lítil ivi er um, at áhugin fyri at keypa partabrøvini hjá privatu íleggjarunum fer at økjast munandi, um tey fáa framíhjárætt til vinningsbýti, verður staðfest í uppskotinum til aðalfundin fríggjadagin.



FAKTA
Atlantsflog varð skrásett á keypsskálanum í Reykjavík og Keypmannahavn í desember 2007. Vinnumálaráðið eigur framvegis 67 prosent av partabrøvunum í felagnum. Sp/f 07.12.07 eigur 5,7 prosent og er harvið størsti privati eigari. Restina av partabrøvunum eru býtt millum stívliga 1100 smáar partaeigarar. Kursurin á Atlantsflog er í dag 135, og marknaðarvirðið er út frá hesum smáar 140 milliónir krónur.