Landsstýrið má rætta ójavnan

- Fyri at varðveita eitt ríkt handilslív í Føroyum er minsta kravið javnbjóðis kapping, skrivar Bárður á Steig Nielsen, tingmaður.

 

Landsstýrið má rætta tann ójavna, sum handilsvinnan livir undir í og við, at alsamt fleiri avgjaldsfríir pakkar verða innfluttir til Føroya. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, tingmaður og formaður Sambandsfloksins. Tí hevur hann sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvnnu tveir munnligar fyrispurningar viðvíkjandi avgjaldsfrítøku fyri innflutningin av pakkum undir 300 krónur. 

 

- Nýggjastu tølini vísa, at tað verða innfluttir 7500 pakkar um vikuna. Um vit samanbera hetta við tølini fyri tveimum árum síðani vóru umleið 4000 pakkar innfluttir um vikuna, so her er nærum talan um eina tvífalding eftir einans tveimum árum. Handilsvinnufelagið hevur í fleiri umførum víst á, at hetta er ójøvn kapping, tí teir ikki hava møguleika, at innflyta og selja avgjaldsfrítt. Við skjótt vaksandi innflutninginum av avgjaldsfríum pakkum verður avbjóðingin hjá handilsvinnuni alsamt størri, skrivar tingmaðurin. 

 

 

 

 

Hann heldur, at avleiðingin við ójøvnu kappingini kann blíva, at handilsvinnan ikki megnar, at bjóða fram tær vørur, ið kunnu innflytast avgjaldsfrítt. 

 

 

 

 

- Tá verður samfelagið Føroyar stóri taparin, tí umframt mistar avgjaldsinntøkur, verða arbeiðspláss flutt av landinum, hagar, ið hesar tænastur verða veittar, skrivar Bárður á Steig Nielsen. 

 

 

- Møguleikarnir at loysa hesar avbjóðingar eru fleiri, ein møguleiki er, at føroyska handilsvinnan eisini sleppur undan avgjaldið fyri vørur undir kr. 300, ein annar møguleiki er at gera eina smidliga avrokningarskipan, ið roknar avgjald av innfluttum pakkum. Fyri at varðveita eitt ríkt handilslív í Føroyum er minsta kravið javnbjóðis kapping, tí er neyðugt, at landsstýrið rættar ójavnan, skrivar Bárður á Steig Nielsen í fyrispurnigninum. Tað er mikudagin, at munnigir fyrispurningar skulu svarast á tingi.