Ísraelski politikkurin innan KT-vinnuna skal vera fyrimynd fyri einum skipaðum KT-vinnupolitikki í Føroyum.
Hetta hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, sett sær fyri.
Bjarni Djurholm fer í hesum sambandi mánadagin til Ísraels á almenna arbeiðsvitjan. Bjarni Djurholm skal hitta ísraelska samskiftismálaráðharran, Reuven Rivlin, og eisini skal hann vitja ísraelska Vinnumálastýrið, ymsar KT-klekingardeplar, fyrrverandi einkartelefelagið Bezeq og aðrar tele- og KT fyritøkur.
Fyrimind í liberalisering
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur í tíðindaskrivi, at Ísrael, sum er tilfeingisfátækt, er í dag undangonguland innan KT-vinnu og hevur næsthægsta tal av nýstovnaðum virkjum í mun til fólkatalið. Tað er bert USA, ið er frammanfyri.
? KT-vinnupolitikkurin í Ísrael hevur millum annað serligt atlit at liberaliseringini av fjarskiftismarknaðinum, gransking og menning, at menna kapitalmarknaðin og at draga útlendskar íleggjarar til. Millum 1986 og 1999 eru tilsamans 75 almenn partafeløg privatiserað í Ísrael, vísir Bjarni Djurholm á.
Landsstýrismaðurin ætlar sær at leggja ein skipaðan KT-vinnupolitikk fyri løgtingið á Ólavsøku. Eitt endamál við ferðini til Ísraels er at fáa íblástur til føroyska KT-vinnupolitikkin.
Skapa samstarv
Bjarni Djurholm sigur, at hann eisini ætlar sær at royna at fáa Ísrael vinnuliga at venda eyguni móti Føroyum, og soleiðis styrkja bondini millum Ísrael og Føroyar.
? Vinnupolitiska mál okkara er at fjøltátta føroyska vinnu. Ísrael hevur ein stimbrandi kapitalmarknað við millum øðrum 80 framtaksfeløgum, sum nú venda eyguni móti øðrum londum. Møguleikar eru tí eisini at draga hagani hátøkni, arbeiðsmegi, íløgufeløg og annars virka fyri samstarvi millum føroysk og ísraelsk vinnuvirki, sigur Bjarni Djurholm.