Landsstýrið fekk ein dyggan frammaná

Landsstýrið fekk ein dyggan frammaná, tá Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðu løgmans týsdagin. Ikki frá einum andstøðutingmanni, men frá samgongutingmanninum, Bjarna Djurholm. Formaðurin í fíggjarnevndini fór so harðliga fram ómóti fíggjar- og búskapðarpolitikkinum hjá landsstýrinum, at var talan um eitt annað land, so hevði tað fingið avleiðingar, tí so grov var undirmetingin.

Atfinningarnar vóru í høvuðsheitum tvær: Í fyrstu syftu ímóti tí yvirorðnaða fíggjarpolitikkinum, sum hevur havt við sær, at fíggjarlógin bólgnar so nógv, at tað tekur grundarlagið undan »veruligum« fullveldispolitikki. Og í aðru syftu ímóti framferðini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálinum fyri ikki at hava arbeitt nóg konstruktivt undan lønarsamráðingunum í vár, sum endaðu við eini stórari lønarhækking.


Bjarni Djurholm hevur partvíst rætt í sínum atfinningum. Tað er í andsøgn við alla ætlanina um fullveldi og ætlanina at skerja ríkisveitingina í eitt ávíst áramál at lata fíggjarlógina vaksa so nógv, sum verandi fíggjarlóg, og sum síðani er vaksin við fleiri eykajáttanarlógum. Verða tær framroknaðar, hækkar fíggjarlógin einar 180 milliónir krónur. Tað er ikki løgið, at Bjarni Djurholm illneitast. Og so langt kunnu nógv verða samd, men tá hann so fer at reksa upp fyritreytirnar fyri fullveldinum - kendu borgarligu ynskini hjá Fólkaflokkinum - fær hann sjálvandi ikki viðhjald úr einum vinstrasinnaðum sjónarhorni.


Taka vit málið um lønarsamráðingarnar, so hevur Bjarni Djurholm partvíst rætt í tí, at fíggjarmálaráðharrin kundi havt linkað um lønarkrøvini frá fakfeløgunum. Tað kundi hann havt gjørt við t. d. at lætt skattatrýstið, tikið av oljugjaldið ella differentierað meirvirðisgjaldið. Slík tiltøk høvdu hækkað reallønina hjá føroyska løntakaranum, so keypiorkan gjørdist betri. Og vit høvdu varðveitt tað góða kappingarførið, sum vit hava vunnið seinastu árini. Tá hetta er sagt, skal kortini einaferð enn sláast fast, at fakfeløgini samráðast ikki um skattalættar ella líknandi, men um bøtt lønar- og sáttmálaviðurskifti. Samanumtikið, átti landsstýrið at handfarið sáttmálaspurningin skynsamari, tí øll vóru vitandi um, at krøvini fóru at gerast stór. Og rúm hevði verið fyri einum skattalætta, tí inntøkuvøksturin hevur verið metstórur! Hvassar atfinningar - ikki frá andstøðu, men frá samgongu.


Spurningurin er so, um nakað býr undir, ella talan er um vanligar fólkaflokslótir?