- Tað verður planerað, økið verður útgrivið og útboðið verður gjørt klárt í 2016, men einki verður boðið út fyrr enn Marknagilsdepilin er liðugur.
Tað segði løgmaður, Aksel V. Johannesen, um byggingina av nýggja H-bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum á tíðindafundi í morgun, tá hann varð spurdur um hvørja íløgur vórðu útsettar.
Løgmaður vísti á, at Búskaparráðið hevur ávarað um, at tað gongur galið, um almenna Føroyar ikki minkar um ferðina á byggivinnuni, sum í løtuni er glóðheit.
- Um hugt verður burtur frá undirsjóvartunlum, so er talan um tvey tey størstu verkætlanirnar í føroyskari søgu, og tey liggja einans nakrar hundrað metrar frá hvørjum øðrum. Hetta eru tvær stórar íløgur, ið verða gjørdar samstundis, so vit halda tað er best at fylgja tilmælinum frá Búskaparráðnum og minkar um almennu íløgurnar, segði løgmaður í morgun.
Harvið tykist verða greitt, at ætlaða byggingin av nýggja H-bygninginum verður seinkað, tí løgmaður viðgekk á fundinum, at Marknagilsdepilin, ið skuldi verða liðugur í 2016, verður seinkaður.
Løgmaður tvíhelt tó sjálvur um, at avgerðin at bíða til Marknagilsdepilin er liðugur, ikki merkir at hin verkætlanin verður seinkað. Tvørturímóti vildi hann vera við, at tað møguliga verður bíligari og skjótari at byggja H-bygningin, um bíða verður til Marknagilsdepilin er liðugur.