Landssjúkrahúsið hevur nakað gott at geva

Føroyska heilsuverkið hevur ein vaksandi eftirspurning, men eisini eitt vaksandi tilboð, sigur Johnny í Grótinum, nýggjur sjúkrahússtjóri.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur gjørt av at seta Johnny í Grótinum í starv sum nýggjan sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum. 

 

Starvið varð lýst leyst, eftir at Sigurð Ólason Vang segði seg úr starvi, men tá ið freistin varð farin 27. apríl, valdi Heilsumálaráðið at endurlýsa starvið, tí umsøkjararnir ikki vóru mettir at vera skikkaðir.

Seinnu ferð bar til, og í dag varð greitt, at tað verður Johnny í Grótinum, ið tekur við starvinum sum landssjúkrahússtjóri tann 1. august í ár.

 

Í tíðindunum á Rás 2 greiddi hann frá, hví hann søkti starvið. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Johnny í Grótinum.

Johnny í Grótinum er 39 ára gamal, hevur kandidatprógv í búskaparfrøði frá Keypmannahavnar Universiteti, umframt leiðsluútbúgving á diplom stigi.

 

Hann hevur drúgvar royndir innan leiðslu úr fíggjarheiminum, millum annað sum landastjóri hjá Bank Nordik í Danmark og sum stjóri í Lív. 

 

Harafturat hevur Johnny í Grótinum somuleiðis vitan og kunnleika innan fíggjarstýring innan almenna geiran frá síni tíð sum formaður í Búskaparráðnum í 2005-2006 og sum fulltrúi á Hagstovuni.

 

Johnny í Grótinum tekur við starvinum sum landssjúkrahússtjóri tann 1. august í ár.