Landssjúkrahúsið nýtir 3000 seingjardagar til frísk fólk

Meðan stórur gravgangur er at sleppa í viðgerð á sjúkrahúsinum, so verða 3000 seingjardagar nýttir til liðugt viðgjørd fólk, sum hava tørv á røktarheimsplássum. Sostatt eru tað 3000 seingjardagar, ið gera bíðitíðina hjá sjúkum longri

Síðan barakkin við Landssjúkrahúsið endaliga lat sína røktardeild aftur, hevur sjúkrahúsið fingið ein vaksandi trupulleika. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at fólk, sum vóru liðugt viðgjørd og ikki sluppu heim ella á veruligt røktarheim, í nógvum førum vóru koyrd í barakkina við Landssjúkrahúsið. Hetta er nú ein farin tíð, og av hesi orsøk liggja nú umleið tíggju fólk - sum í veruleikanum hava tørv á røktarheimsplássi - á ymisku deildunum inni á Landssjúkrahúsinum.

- Vit høvdu eina avtalu fram til 1. januar, har Nærverkið leigaði seg inn í barakkina. Tey fólkini, sum vóru har, eru farin út, tí umbyggingar skulu gerast á Landssjúkrahúsinum. Ein partur av hesum fólkunum vóru fólk, ið vóru liðugt viðgjørd og vóru í barakkini í eina tíð, sigur Allan Skaalum. Hann leggur afturat, at tey royna at loysa akuttu málini, men tað er avmarkað, hvussu nógv tey kunnu planleggja, tá so stórur partur verður nýttur sum røktarheim.


Ov lítla fígging

Gunnleyg Durhuus, leiðari í Heimatænastuni hjá Nærverkinum, greiðir frá, at pláss ikki er til hesi fólkini nakrastaðni, hóast tey gera sítt ítasta.

- Vit royna at fáa fólk inn á ymisku røktarheimini, men tað er ein stórur trupulleiki í Suðurstreymoy, at ongi røktarheimspláss eru. Hetta merkir, at vit við verandi játtan ikki megna at veita til tørvin, ið er neyðugur, sigur Gunnleyg Durhuus. Hon vil tó ikki siga, hvussu nógvum peningi tørvur er á, men greiðir frá, at orsøkin til vaksandi trupulleikan, er, at tey hava havt nógvar lønarhækkingar og at játtanin til Nærverkið ikki hevur fylgt við. Seinni í mánaðinum skal Nærverkið á fund við Rósu Samuelsen, avvarðandi landsstýriskvinnu.


Kunnu ikki fara í barakkina

Hóast tað kundi verið upplagt, at fólkini, ið liggja á sjúkrahúsinum og í veruleikanum eru frísk, fóru oman í barakkina, so er hetta ikki ein møguleiki, hóast eygnadeildin verður verandi í barakkini eina tíð frameftir, áðrenn barakkin eftir ætlan verður tikin niður.

- Vit hava, hvørki játta ella ætlanir um, at nýta barakkina til hesi røktarheimsfólkini. Vit skulu í nærmastu framtíð gera umbyggingar, og tí fáa vit tørv á hesum plássunum til sjúklingar, greiðir Allan Skaalum frá.


Kunnu ikki fara heim

Hesi eldru fólkini, sum nýta sjúkrahússengur í dag, eru sambært sjúkrahússtjórnanum ofta fólk, sum fyrr hava búð heima, men eftir lokna viðgerð ikki hava møguleika at fara heimaftur, tí Nærverkið ikki megnar at taka sær av teimum.

- Tað mangla bæði heimahjálpir og røktarheimspláss, staðfestir Allan Skaalum.


Inni á psykiatrisku deild

Í ávísum førum er tað soleiðis, at fólk, sum eru liðugt viðgjørd, verða koyrd inn á psykiatrisku deild, hóast tey ongan trupulleika hava, tað er bara ikki pláss fyri teimum aðrastaðni.

Tað kann ljóða ógvusligt, at frísk fólk eru á psykiatrisku deild, um tey ikki er sálarliga sjúk, men Allan Skaalum vísir á, at hetta ikki er niðursetandi fyri fólkini.

- Tey eru ikki millum fólk, sum hava stórar psykiskar trupulleikar. Psykiatriska deild er ikki bara fyri tey, sum eru heilt illa fyri, og tí møta hesi frísku ikki teimum, ið eru heilt illa fyri, sigur Allan Skaalum.


Nýta 1,2 millión til frísk

At røktarsjúklingar liggja í sjúkrasengrum, er ein sera dýr loysn, tí røktarheimspláss eru bíligari enn sjúkrasengur. Sum skilst kostar ein sjúkrasong í ein dag umleið 4000 krónur, og verður hetta tal faldað við 3000, sum er talið av døgum í árinum og sjúkrahússengrum, ið verður nýtt til frísk, so kemur talið 1,2 millión krónur til sjóndar.

- Hetta er helst talan um dýrastu røktarheimspláss í landinum, tá vit hugsa um, at røktarheimspláss um dagin hava ligið um 1500 krónur, sigur Allan Skaalum.


Vanligur trupulleiki

Sambært sjúkrahússtjóranum er hetta ein vanligur trupulleiki allastaðni, men hann er lutfalsliga stórur í Føroyum.

- Í Íslandi hava tey eina loysn, har hesi fólkini, sum eru liðugt viðgjørd fara á eitt privat røktarheim í tíðini, til tey fara heimaftur, greiðir Allan Skaalum frá, sum eina møguliga loysn.

Eisini vísir tað seg, at hesin trupulleikin er vaksandi í Føroyum.

- Vanliga høvdu vit eini fýra fólk, sum vóru í hesum bólkinum, men talið er bara vaksið seinastu tíðina. Í dag eru eini tíggju fólk, fortelur Allan Skaalum.