Landsseyðasýningin nærkast

Leita eftir vakrastru veðragjólingum, besta veturgamla veðrinum og besta veðrinum, ið er tvey ár ella eldri.

 

Aftur í at skipar Búnaðarstovan fyri landsseyðasýning. Hon verður í tíðarskeiðnum 13. til 15. november 2014.

 

Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, tann besta veturgamla veðrin og tann besta veðrin 2 ár ella eldri.

 

Seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist, bein framman, bein aftan, horn, ull, heildarmynd.  Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.

 

Tá allur tann tilmeldaði seyðurin er sýnaður, skulu sýnsmennirnir velja tríggjar teir vakrastu seyðirnar burtur úr. Hesir verða valdir millum tey 8 lombini, ið hava fingið flest stig. Sami háttur verður nýttur at velja vakrastu veðrar út. Seyður nr. 1, 2 og 3 og vakrastu veðrar verða valdir út á Búnaðarstovuni.