Hesa vikuna verður á fyrsta sinni skipað fyri landsroyndum í føroyska fólkaskúlanum. Landsroyndin og støðuroyndirnar skulu verða partur av eftirmetingarskipanunum hjá skúlunum. Skipanin við landsroyndini kom í gildi 1. august 2007, meðan skipanin við støðuroyndum kemur í gildi 1. august 2009.
Endamálið við lands- og støðuroyndunum er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og myndugleikum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum, og at geva lærarum og skúlaleiðslu eitt amboð, sum, umframt at meta um fakliga støðið hjá næmingunum, eisini skal nýtast til at laga og málrætta undirvísingina til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Eisini er málið við lands- og støðuroyndum at styrkja eftirmetingarskipanina í skúlunum.
Harumframt eru landsroyndirnar ætlaðar sum amboð og ítøkiligt grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum í landinum.
Landsroyndin verður hildin í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 26. mai til fríggjadagin 30. mai og hon fevnir um lærugreinarnar føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.










