Teitur Skoubo, sum áður hevur luttikið í realitysendingini »Paradise Hotel«, er í dag dømdur tríggjar mánaðir fongsul fyri harðskap.
Tað skrivar fleiri miðlar, sum eru til staðar í rættinum – teirra millum Ekstra Bladet og B. T.
Harvið heldur landsrætturin ikki, at realityluttakarin er sekur í neyðtøku. Í vár dømdi Rætturin í Odense Teit Skoubo tvey og eitt hálvt ára fongsul fyri neyðtøku.
Sambært B. T. heldur landsrætturin tað ikki vera prógvað, at ein samlega, sum realityluttakarin hevði við eina 25 ára gamla kvinnu ikki steðgaði, tá kvinnan tók samtykkið aftur.
Tá Teitur Skoubo longu hevur sitið tríggjar mánaðir í fongsli, kann hann fara úr Eystara Landsrætti bein eftir at dómurin er fallin.
/ritzau/