Eftir ávíkavíst hálvt og eitt ár í donskum fótbólti fara Mona Rasmusdóttir og Jensa Tórolvsdóttir aftur at spæla í Sarpugerði.
- Hóast bert 22 ára gamlar, so hava tær báðar longu verið partur av A-landsliðnum í fleiri ár, so tað er eingin ivi í, at Mona og Jensa koma at styrkja um Betri hópin hjá okkum. Í Føroyum hava tær báðar ikki umboðað annað felag enn Víking, og vit gleðast sjálvsagt um, at tær aftur vera at síggja í ljósabláum, skrivar Víkingur.
Tær hava spælt við FC Thy-Thisted Q.











