Annika Fríðheim Petersen fer at spæla við Follo í Noregi

Annika Fríðheim Petersen fer at spæla við Follo komandi kappingarárini

Kringvarpið hevði tað í tíðindunum sunnudagin, at føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen fór at skifta til norskan hondbólt, tó var tað ikki staðfest tá hvat felag talan var um.

 

Men ein góð kelda hjá in.fo hevur sent okkum brot úr grein hjá lokalum miðili í Follo í Noregi, ið skrivar, at Annika komandi kappingarárini fer at spæla við Follo HK komandi kappingarárini.

 

Follo vann næstbestu deildina í Noregi, og spælir í fremstu deildini komandi kappingarár. 

 

Teis Horn Rasmussen spælir í løtuni við Follo í næstbestu deildini hjá monnum. Teis skiftir til HC Aarhus komandi kappingarár. 

 

"Nordre Follo" staðfestir, at Annika hevur eina rúgva av royndum: 

 

##med2##