Landsliðið í leirdúgvuskjóting til oyggjaleikirnar úttikið

Skjótisamband Føroya: Nú er greitt hvør skal umboða Føroyar á oyggjaleikinum á Guernsey í summar.

Úttiknu íðkararnir skulu umboða Føroyar í einstaklingakapping og liðkapping í tí greinum, teir eru úttiknir til.

 

Hetta er fyrstuferð, at Skjótisambandið hevur úttikið eitt landslið í English Skeet. Hendan greinin verður vanliga ikki skotin í Føroyum, men útfrá royndum á Føroyaleikunum, er avgerð tikin um at úttaka eitt landslið í English Skeet.

 

Fýra av íðkaranum luttaka fyri fyrstu ferð á Oyggjaleikum, hesir eru Jóhann, Jógvan, Herleif og Per. Per luttók fyrstuferð í skjótikapping fyri júst 2 árum síðan, og hann hevur víst, at við seriøsiteti, venjing og at taka góð ráð til sín, ber til at koma langt innanfyri ítróttarskjóting uppá stutta tíð.


Hópurin fer nú at fyrireika seg til leikirnar, og Skjótisamband Føroya fer at gera alt fyri, at fyrireikingarnar til leikirnar eru so góðar sum gjørligt.

 

Úttøkan:

 

Í OL skeet

Tórur Fløtt, SBF

Jóhann Fløtt, SBF

 

Í English Skeet

Jógvan Egholm, VBF

Herleif Hammer, VBM

 

Í OL trap

Jón Jacobsen, VBM

Finn Ludvig, VBM


Í Automatic Ball Trap

Per S. Hansen, EYS

Alex Johannesen, EYS