Landsliðsvenjarin í svimjing farin frá

Tað frættist á heimasíðuni hjá Svimjisambandi Føroya (svimjing.com), at landsliðsvenjarin Brian Marshall er farin frá, tí hann ikki kláraði at uppfylla tær avtalur sum vóru millum íslendska og føroyska svimjisambandið. Tað er ikki heilt greitt enn hvussu ið nú verður við samstarvinum millum svimjisambondini bæði, men arbeitt verður við at finna føroysku svimjarunum nýggjan landsliðsvenjara.

 

Vit fingu orðið á Palla Ziskason, formann í Svimjisambandi Føroya, og hann kundi vátta tíðindini, men hann vildi tó staðfesta, at talan var ikki um nakra skandalusøgu. Venjarin var farin frá av persónligum orsøkum, ið hann ikki vildi fara nærri inn á, fyri at virða hann og familju hansara.

 

Tá eg spurdi Palli, um hvørt ein loysn var ávegis, ella hvat, ið nú fór at henda, svaraði hann við brosandi rødd, at ein loysn var væntandi um nakrar fáar tímar.

 

- Avtalan var ongantíð millum okkum og beinleiðis við venjaran. Avtalan var millum okkara svimjisamband og tað íslendska, og soleiðis var samstarvsavtala komin í lag, um at deilast um landsliðsvenjaran. Men av persónligum ávum, var ógjørligt, at halda fram við samstarvinum við venjaran. Tó heldur samstarvið við íslendska svimjisambandið fram.

 

Ein loysn um nýggjan landsliðsvenjara er ávegis, og seinni í dag verður greitt, hvør fer at røkja landsliðsvenjarastarvið framyvir.

 

Meira fæst at hoyra klokkan 11:00 á Rás 2