Nýggi føroyski landsliðsvenjarin, danin Henrik Larsen, var millum áskoðararnar í regninum á Tórsvølli mikukvøldið. Nú tað stundar til landsliðið skal spæla fyrsta dystin, hava nógvar atfinningar verið mótvegis Henrik Larsen fyri ikki at vera komin hendavegin fyrr í ár, men nú hevur landsliðsvenjarin so sæð fyrsta dystin. Eftir dystin nýtti Henrik Larsen høvi at heilsa uppá B36 leikararnar, og var hann sera nøgdur við avrikið.
- B36 spældi í dag ein góðan dyst, og úrslitið var ikki rættvíst. Torpedo hevði bert tveir málmøguleikar og vunnu 1-0, meðan B36 hevði fleiri málmøguleikar og meiri spæl, men soleiðis er fótbóltur, vórðu orðini frá landsliðsvenjaranum í B36-umklæðingarrúminum eftir dystin.
Allir byrja frá null
Henrik Larsen segði eisini, at hóast nógvar atfinningar hava verið í fjølmiðlunum mótvegis honum, tekur hann sær ikki stórvegis av tí, og hann er til reiðar at menna føroyskan fótbólt.
- Allir leikarar hava møguleikan at koma á A-landsliðið, og allir leikarar byrja frá null í teimum broytingum, sum verða at síggja á landsliðnum, vórðu boðini frá Henrik Larsen.
Samanumtikið var hann fegin um avrikið hjá B36 mikukvøldið, og næsti dystur á skránni hjá landsliðsvenjaranum er steypafinalan ólavsøkudag millum NSÍ og HB.










