Landsliðsspælari 10 daga leikbann fyri rasismu

Sayed Baqer hjá Bahrain hevur fingið harða revsing fyri rasistiskan atburð móti áskoðarum hjá Hong Kong

Sayed Baqer, landsliðsspælari hjá asiatiska landlnum, Bahrain hevur fingið eitt langt leikbann uppá 10 landsdystir fyri rasistiskan atburð undir einum HM-undankappingardysti. 

Sayed Baqer var fangaður á einum upptøkutóli, har hann gjørdi "skeiv eygu" móti áskoðarunum hjá Hong Kong í einum HM-undankappingardysti, ið var spældur 14. november. 

 FIFA hevur sligið hart niður á atburðin hjá Sayed Baqer, og umframt eitt leikbann uppá 10 landsdystir skal Sayed Baqer eisini rinda eina bót, ið svarar til 206.000 krónur í okkara peningi. 

Í juli í ár boðaði FIFA frá, at FIFA fór framyvir at revsa allan rasistiskan atburð við einum leikbanni uppá í minsta lagi 10 dystir.