Fýra dystir í summarkappingini í hondbólti eru á skránni í dag. Sí klokkutíðir niðanfyri.
Úrvalsliðið hjá monnum - mannað við millum øðrum Nicholasi Satchwell - bjóðar Neistanum av í Havn. Neistin verður eisini uttan eitt nú Trónd Mikkelsen, ið er toppskjútti í kappingini við tíggju málum fyri Neistan og tíggju málum fyri U20-landsliðið. Í dag verður hann við U20-landsliðnum, sum bjóðar VÍF av í Vestmanna.
H71 og Kyndil spæla eisini í Hoyvík. H71 hevur ongan Hilmar Leon Jakobsen, ið spælir við besta liðnum hjá HB í dag.
Hjá kvinnum var ein dystur í gjár, tá ið Neistin vann 26-20 á VB í Vági.
Í dag er einasti dystur í Klaksvík. Har vitjar U16-landsliðið Stjørnuna.
H71- og Kyndilskvinnur skuldu spæla í Hoyvík í dag, men tann dysturin er avlýstur.
Hjá liðunum, ið fara á vøllin í dag, er talan um annað umfar av trimum. Bólkavinnararnir eftir trý umfør spæla finalu næsta leygardag.
Skráin og støðan í dag:
SMS-Summarkappingin:
Klokkan 15.00 Stjørnan - U16-landsliðið (KÍ-Høllin)
Støðan í SMS-summarkappingini (hsf.fo):
Bólkur 1:
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 1 | 26 | 20 | 6 | 2 |
| 2 | U18-kvinnur | 1 | 24 | 19 | 5 | 2 |
| 3 | VB | 2 | 39 | 50 | -11 | 0 |
Bólkur 2
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | H71 | 1 | 26 | 16 | 10 | 2 |
| 2 | Kyndil | 1 | 25 | 17 | 8 | 2 |
| 3 | U16-kvinnur | 1 | 17 | 25 | -8 | 0 |
| 4 | Stjørnan | 1 | 16 | 26 | -10 | 0 |
Okkara-Summarkappingin
Klokkan 14.00: Neistin - Úrvalsliðið (Høllin á Hálsi)
Klokkan 15.00: VÍF - U20-landsliðið (Ítrottarhøllin í Vestmanna)
Klokkan 16.00: Kyndil - H71
Støðan í Okkara-Summarkappingini (hsf.fo)
Bólkur 1:
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 1 | 33 | 24 | 9 | 2 |
| 2 | H71 | 1 | 33 | 28 | 5 | 2 |
| 3 | U20-menn | 1 | 28 | 33 | -5 | 0 |
| 4 | Kyndil | 1 | 24 | 33 | -9 | 0 |
Bólkur 2:
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 1 | 38 | 27 | 11 | 2 |
| 2 | Úrvalslið | 1 | 34 | 24 | 10 | 2 |
| 3 | U18-menn | 1 | 24 | 34 | -10 | 0 |
| 4 | KÍF | 1 | 27 | 38 | -11 | 0 |











