Í dag fer føroyska A-landsliðið til Danmarkar, og í morgin verður farið víðari til Malaga í Spania, har venjingarlega er á skránni í eina viku, til 12. mars. Landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur tikið 22 spælarar út til venjingarleguna, og er talan um ein rættiliga ungan hóp, tí miðalaldurin liggur um 24 ár.
Ikki er heilt greitt, hvussu dystarskráin hjá landsliðnum sær út hesa komandi vikuna, men væntandi verða spældir einir tveir venjingardystir ímóti fótbóltsfeløgum, ið somuleiðis eru á venjingarlegu í Malaga. Tað einasta, ið liggur heilt fast, er at síðsti dysturin á ferðini verður spældur ímóti landsliðnum hjá Gibraltar. Hesin dystur verður spældur fríggjakvøldið 11. mars.
Gibraltar hevur hvørki limaskap í FIFA ella UEFA, men hevur síðani 1997 stríðst fyri at sleppa upp í part. Spaniólar hava ligið í buktini, og í 2007 varð endaliga staðfest, at Gibraltar ikki í hesum umfari fekk altjóða ella europeiskan limaskap. Eitt sindur løgið, tá havt verður í huga, at Gibraltar hevur havt egið fótbóltssamband síðani 1895 og síðani 1901 hevur spælt landsdystir.
Teir 22 spælararnir, ið eru farnir avstað við landsliðnum, eru Rógvi Baldvinsson, Fróði Benjaminsen, Øssur Dalbúð, Dánjal Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Jóan Símun Edmundsson, Hjalgrím Elttør, Atli Gregersen, Arnbjørn Hansen, Einar T. Hansen, Jústinus R. Hansen, Hallur Hansson, Erling Jacobsen, Meinhardt Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Bogi Løkin, Christian R. Mouritsen, Jónas Þór Næs, Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen, Tórður Thomsen og Daniel Udsen.