Landsliðið nýggja stuðulsavtalu

Fótbóltssamband Føroya og klædnahandilin Skálkur í SMS hava longt um samstarvsavtaluna, sum merkir, at Skálkur skal vera klædnastuðul hjá fótbóltssambandinum komandi tvey árini.

 

Partarnir hava longu samstarvað í seks ár, og er Lars Müller úr Skálki fegin um nýggju avtaluna.

 

- Vit eru stoltir av at lata klæði til umsitingina og øll rundan um landsliðið. Vit hava havt eitt langt og gott samstarv, so tað var allatíð ætlanin at leingja um samstarvið, sigur Lars Müller.

 

Á myndini omanfyri síggja vit Lars Müller vegna Skálk og Kristin Dam Ziska, virkandi aðalskrivara í FSF, sum júst hava undirskrivað nýggju avtaluna.