Landsliðið í móti Italia úttikið

Brian Kerr hevur boðsent 20 leikarum til dystirnar í móti Italia og Serbia í næstum. Einar Hansen og Pól Jóhannus Justinussen eru við aftur eftir skaða og leikbann. Tað hevur við sær, at Hendrik Rubeksen og Rógvi Poulsen úr HB ikki hava fingið boð hesaferð. Teir vóru annars við í upprunahópinum í móti Norðurírlandi, men sluppu ikki upp í part á dómaraseðlinum, sum bert rúmar 18 leikarar.

 

Teir úttiknu eru:

 

EB/Streymur: Daniel Udsen, Arnbjørn Hansen, Rene Torgarð?

HB: Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen?

ÍF: Jákup Mikkelsen, Bogi Løkin?

B36: Suni Olsen, Atli Danielsen?

Víkingur: Atli Gregersen?

KÍ: Hjalgrím Elttør?

NSÍ: Einar Hansen?

Valur, (Ísland): Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen, Pól Jóhannus Justinussen?

Aarhus Fremad, (Danmark): Jóhan T. Davidsen?

FC Fyn, (Danmark): Viljormur Davidsen?

Silkeborg, (Danmark): Christian L. Holst?

Ålgård, Stavanger, (Noreg): Rógvi Baldvinsson?

Newcastle Utd, (Ongland): Jóan Símun Edmundsson

 

Eisini hesaferð hevur Brian Kerr ynskt at hava 20 leikarar kring seg. Tað merkir, at eins og seinast, skulu tveir leikarar sáldast frá. Seinast vóru tað, sum sagt Hendrik Rubeksen og Rógvi Poulsen, men teir eru so ikki úttiknir hesaferð.

Teir, sum ikki sluppu á vøllin í móti Litava vóru René Tórgarð, Viljormur Davidsen, Oddmar Færø og Bogi Løkin.

 

Dysturin í móti Italia, verður á Tórsvølli 2. september, og dysturin í móti Serbia verður á útivølli 6. september.