Landsliðið komið til Skotlands

Føroyska ferðalagið fór til Skotlands í morgun og hava síðani vant einaferð, eftir at teir komu til Skotlands.

 

Hópurin er broyttur nakað í mun til frálíka javnleikin móti Norður Írlandi. Fróði Benjaminsen og Símun Samuelsen boðaðu báðir frá, at teir ikki vóru tøkir, meðan Hendrik Rubbeksen gav avboð vegna skaða eftir at hann varð úttikin. Harumframt er Jákup Mikkelsen ikki við, tí Gunnar Nielsen er tøkur aftur og Egil á Bø, Arnbjørn Hansen og Jústinus R. Hansen eru heldur ikki úttiknir.

 

Hinvegin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Levi Hanssen, Rógva Poulsen, Boga Løkin, Jonhard Frederiksberg, Rógva Baldvinsson og Pól Jóhannus Justinussen. Eingin av hesum var við í hópinum seinast landsliðið spældi.

Sostatt hevur Brian Kerr framt seks broytingar í hópinum, og burtursæð frá Boga Løkin og Jonhard Frederiksberg, so eru hinir fýra meiri ella minni óroyndir í landsliðshøpi.