Føroyski landsliðshópin, sum kom heim aftur til Føroya í nátt eftir vinardystin móti Danmark í gjár, er innkvarteraður á Hotel Hilton í eina viku, og sostatt eru føroysku landsliðsleikararnir fyrstu gestirnir, ið hotellið hevur havt. Tí hotellið er ikki opið fyri almenninginum enn.
– Teir komu í nátt, og eg havi júst verið inni og spurt, hvussu teir hava sovið. Teir siga, at teir hava sovið heilt væl. Vit hava tvær hæddir, sum eru lidnar, og har eru teir, sigur Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton.
Hóast hotellið ikki hevur opið enn, so er virksemið í fullari gongd á hotellinum, og starvsfólkahópurin er til arbeiðis at ambæta gestunum, sum nú eru komnir.
– Vit koyra við fullari forplejning. Teir fáa morgunmat, frokost og allan tann forplejning, sum eitt fótbóltslið skal hava. Teir hava nógvar máltíðir, og her er nógv personali til arbeiðis til tað. Vit hava fulla manning á til gestirnar, sigur Martin Restorff.
– Vit hava koyrt alt ígjøgnum, áðrenn teir komu, og vit hava sett fjórðu og triðju hædd í gongd. Har er alt, sum tað skal vera, og eg eri glaður at hoyra, at tað var einki, sum ikki riggaði í morgun. So hetta er ein stór løta fyri meg at hoyra, at teir hava sovið fantastiskt, og at alt er, sum tað skal vera.
Hava hotellið fyri seg sjálvar
Landsliðshópurin, sum kom aftur úr Danmark í nátt, skal spæla bæði leygardagin móti Letlandi og týsdagin móti Andorra í Nations League á Tórsvølli, og tí eru teir sambært UEFA reglum avbyrgdir, til dystirnir eru avgreiddir.
Tað setir eisini krøv til hotellini, ið taka sær av landsliðum, tí UEFA hevur reglur fyri, hvussu sambandið við onnur skal fara fram. Hetta hevur kortini gingið væl, sigur Martin Restorff, sum fortelur, at landsliðsleikararnir hava hotellið fyri seg sjálvar, og við hotellinum fylgja eisini allir fasilitetir, ið hotellið hevur at bjóða uppá.
– Teir hava reglur fyri, hvussu vit skulu fyrihalda okkum, meðan teir eru her. Og tær halda vit. Tað er eitt sindur spesielt fyri okkum, at vit øll ganga við maskum, soleiðis er gerandisdagurin ikki, meðan vit ikki hava opið. Men nú hava vit øll masku á.
– Vit hava gjørt eitt sindur burturúr. Teir hava eitt spælirúm, og teir hava atgongd til spa-rúmið, sum eisini er riggað til, áðrenn teir komu. Har er jacuzzi uppi á takinum, sum teir kunnu brúka sum teimum lystir. Vit hava eitt fantastiskt fitnessrúm, sum teir eisini eru bilsnir av. Og so hava vit veldigar fundarfasilitetir, sum teir brúka eisini. Teir koma at hava fundir her uppi eisini, so alt arrangementið hjá teimum er her. Teir eiga hotellið, meðan teir eru her. So vit hava allar karmarnar, sum teir ynskja, sigur Martin Restorff.
Lata upp í mánaðinum
Hotel Hilton skuldi upprunaliga verið latið upp í summar, men orsakað av koronufarsóttini, varð hetta útsett. Nú er tó komið rættiliga væl áleiðis, og gongst sum ætlað, letur hotellið upp seinast í mánaðinum.
– Gongur alt, sum tað skal, so tosa við um síðst í mánaðinum. Tað er ikki endaligt dato sett á, men tað gongur øgiliga væl hjá okkum, og vit koyra við fullari skrúvu fyri at fáa hotellið liðugt. sigur Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton.











