Landskronagrind, Enjo og Eysturríki á Rás2

Í seinnapartssendingini hjá Rás2, sum verður millum kl. 15.10 og 17 fara vit at hoyra Jógvan Ósá greiða frá grindini, sum var hildin til á Sandi júst sama dagin, tá Føroyar vann á Eysturríki. Jógvan var sýslumaður á Sandoynni tá. Altjóða fótbóltsfrøðingurin, Ivan Eginson kemur í Rásarúmið, og fer at fortelja lurtarunum um fótbóltssøguna hjá Eysturríki. Forkunnug og spennandi ljóðbrot úr fótbóltssøguni hjá Eysturríki verða eisini at hoyra. Seinni kemur Sámal Bláhamar á gátt. Sámal er umboðsmaður hjá vælkendu eysturríksku fyritøkuni, Enjo, og skipar Enjo fyri einum spennandi tiltaki í Miðlahúsinum í morgin.