Landskassin fær 159,5 milliónir úr BankNordik

Tá BankNordik næsta ár fer at gjalda út 300 milliónir krónur í vinningsbýti, so verður tað løgtingsfíggjarlógin, sum verður størsti vinnarin.

 

Gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992 eigur løgtingið 34 prosent av BankNordik. Tað merkir, at landskassin soleiðis fær 100 milliónir krónur beinleiðis í vinningsbýti.

 

Fíggingargrunnuriin frá 1992 varð stovnaður fyri at bjarga Sjóvinnubankanum 6. oktober í 1992, tá hann annars hevði farið á húsagang. Seinni loftaði hann eisini Føroya Banka, sum varð lagdur saman við Sjóvinnubankanum undir navninum hjá Føroya Banka – sum seinni er broytt til BankNordik.

 

Endamálið hjá grunninum er stutt og greitt: »Grunnurin hevur til endamáls at seta í og eiga pening í P/F Føroya Banka, P/F nr. 10, sum partapening ella ábyrgdarpening«.

 

Men landskassin fær meira enn hesar 100 milliónirnar, sum fella landskassanum í lut sum vinningsbýti. Tí skattur skal gjaldast av øllum teimum 300 milliónunum. Útlendskir partaeigarar, sum eiga undir 10 prosent av partapeninginum, eru skattskyldugir í Føroyum. Tað vil siga, at øll uttan danski ríkmaðurin, Henrik Lind, sum saman við Fíggingargrunninum hevur avgerandi valdið í bankanum, skulu gjalda skatt í Føroyum.

 

Kapitalvinningsskatturin er 35 prosent. Taks fær soleiðis 35 prosent av øllum vinningsbýtinum, uttan teimum 30 milliónunum, sum danski ríkmaður fær, og sum hann skal gjalda skatt av í Danmark.

 

Um vit taka partin hjá Fíggingargrunninum frá, tí har fær landið eisini skattin – altso 65 milliónir í vinningsbýti og 35 milliónir í vinningsbýtisskatti, so fær landið 35 prosent av 170 milliónum oman á partin hjá Fíggingargrunninum. Tað gevur 59,5 milliónir krónur.

 

Soleiðis fær landið tilsamans 159,5 milliónir krónur beint inn á løgtingsfíggjarlógina 2016, sum uttan iva fløva væl í landskassanum.