Landsfundur Sambandsfloksins: Landsstýrið er fólksins fíggindi

Tað er sera lætt at skriva eina fagra stevnuskrá, men ikki altíð líka lætt at halda lyftini. Men Sambandsflokkurin hevur greiðan sosialan profil og vil halda hann, segði Marius Dam, løgtingsmaður, á landsfundi Sambandsfloksins

Edvard Joensen

frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík


Landsstýrið er fíggindi Føroya fólks nummar eitt við tí ábyrgdarleysa politikki, rikin verður í dag. Almanna- og heilsumál eru fullkomiliga forsømd av hesi samgonguni, segði Marius Dam, løgtingsmaður á landsfundi Sambandsfloksins í Øravík um vikuskiftið.

Sambandsflokkurin hevði eina ætlan um batar í pensiónslógini. Men uppskot floksins varð felt, og samgongan royndi at koma við eini nýggjari pensiónslóg, sum varð total fiasko. Øll minnast hvussu tað var, tá pensiónirnar ikki komu til jóla, segði hann.

Tað eru tvær síður á medaljuni, segði Marius Dam. Tann politiska síðan við lyftum og føgrum orðum er ivaleysa løtt at halda. Verri verður, tá komið verður til fíggjarligu síðuna. Tá allar veitingarnar skulu gjaldast. Júst hetta er ein av orsøkunum hjá Sambandsflokkinum fyri at halda fast við ríkisfelagsskapin, segði Marius Dam. Skulu vit gera okkum vónir um at hava eitt haldgott almannaverk, er eisini neyðugt við samstarvi við eitt land, sum er fíggjaliga sterkari, enn vit eru sjálvir.

Hóast tað gongur væl fíggjarliga, noyðast vit at ásanna, at Føroyar eru rættiliga langt afturút á mongum økjum. Til dømis á heilsuverkinum.

Marius Dam segði, at tað eru mong flakavirki, sum eru í betri standi, enn Landssjúkrahúsið er. Og tað heldur hann vera ov vánaligt, tí hann metir, at tað er av ólíkindum, at støðan í sjúkrahúsverkinum er so vánalig, sum hon í veruleikanum er.

Marius Dam segði, at hann var ikki fyri at fara at skerja ríkisstuðulin við fleiri hundrað milliónum árliga, tí tað var nógv at brúka hesar penganar til. Til dømis sjúkrahúsverkið.

Men tað var nú ikki bara samgongan, sum læt standa til, helt Ingier Petersen av Tvøroyri.

Sambandsflokkurin hevði sanniliga eisini sína skuld. Har var ikki komið nakað nóg ítøkiligt, segði hann. Hann eftirlýsti einum upp aftur greiðari profili í flokkinum. Serliga tá um heilsuverkið ræður.

Mangan vderður lagt eftir lønarútreiðslunum á almennum arbeiðsplássum. Eitt av hesum er Landssjúkrahúsið.

Tað er skeivt at siga, at lønarútreiðslurnar á Landssjúkrahúsinum er ov stórar, segði Marjun Olsen úr Øravíkarlíð. Víst verður millum annað á, at 70% av rakstrinum á Landssjúkrahúsinum fer til lønir.

Well, tað er nógv, men hví er tað so, spurdi hon.

»Stutt og greitt tí, at tað verður alt ov lítið brúkt til annað, sum annars er harðliga tiltrongt á Landssjúkrahúsinum. Eitt nú vanligt viðlíkahald«, segði Marjun Olsen.

marius Dam tók saman um aftur kjakið um almanna- og heilsumál við at staðfesta, at tað var syrgiligt at ásanna, at samgongan bara tekur pengar inn allastaðni, har tað ber til. Men hon gloymir fullkomuliga, at tað eisini er neyðugt at brúka pengarnar aftur á nøkrum ógvuliga tiltrongdum støðum. Eitt nú í heilsuverkinum.