Tað er útselt til HM-undankappingardystin ímillum Føroyar og Sveis á Tórsvølli í annaðkvøld, og tað er líkt til, at tann fullsetti leikvøllurin sleppur at dusa sær í góðveðri.
Veðurstovurnar eru á einum máli um, at veðrið verður av tí fagrasta í annaðkvøld. Forsøgnin sigur, at tað verður klárur himmal, áleið átta hitastig og einans eitt lítið lot.
Les eisini: Granit Xhaka nýtur útsýnið
HM-undankappingardystin ímillum Føroyar og Sveis verður spældur á Tórsvølli í annaðkvøld kl.19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, og beinleiðis tekstafrásøgn verður á in.fo.
Les eisini: