Amboðini
Astrup Hansen vísir í viðmerkingum í grein tann 19. apríl á, at endamálorðingin fyri landsbankan er pompøs, og at landsbankin ikki kann liva upp til hesa. Tí metir hann, at stovnurin er óneyðugur. Uppgávurnar - tó ikki tær pengapolitisku, tí hesar eru sambært Astrup Hansen als ikki til í Føroyum, av tí at tær liggja í Danmark - skulu leggjast til privatu peningastovnarnar.
Endamálið, sum Føroya Løgting hevur felt niður í landsbankalógina, er, at stovnurin skal virka fyri langtíðar og heildarbúskaparligum áhugamálum. Hugsan Astrup Hansen´s um, hvørt hesar endamálsorðingar fyri landsbankan eru góðar ella ikki, er framvegis nakað, hann heldur fyri seg sjálvan.
Í staðin fyri at koma við uppbyggjandi hugskotum um, hvørji amboð landsbankin skal kunna nýta fyri at røkka endamálum sínum, loypir Astrup Hansen á stovnin við at vísa á, at hann er meiningsleysur.
Í eldri grein vísti hann á, at neyðugt er, at ein sentralbanki hevur eina seðlapressu, skal hann kunna virka sum sentralbanki. Landsbankin hevur ikki seðlapressu, ergo er landsbankin ikki sentralbanki og ergo er hann ikki neyðugur.
Í grein seinasta leygardag royndi eg at greiða frá, at seðlapressan ikki er so týðandi amboð í nútímans sentralbankavirksemi, og vísti síðan á dømir um onnur amboð, sum hava verið í nýtslu.
Astrup Hansen vísir eftir hetta á, at talan er um amboð, sum eru farin av móta. Hetta er rætt í samband við flestu av teimum dømunum eg nevndi. Flestu av amboðunum eru tó framvegis tøk at nýta, eitt nú í ECB-høpi, um eitt EU-limaland skuldi fingið álvarsligar trupuleikar í samband við ógvusliga kapitalflýggjan.
Peningapolitisk tíðarvilla, Astrup Hansen ikki tosar um
Víðari vísir Astrup Hansen á, at nevndu amboð bert virka, um føroyski kapitalmarknaðurin er vardur mótvegis útlendska kapitalmarknaðinum. Hetta er eisini rætt. Men hvør sigur, at føroyski fíggjarmarknaðurin fult út er innlimaður í fíggjarkervið í Danmark og Evropa? Hvussu kann hetta vera veruleiki í Føroyum, tá ið stovnsligi bygnaðurin er so vónleyst avskeplaður í mun til onnur lond?
Astrup Hansen letst sum um, fíggjaríløgur hjá føroyingum kunnu flóta frítt út og inn úr Føroyum, og umvent fyri útlendingar. Men her er eitt men. Astrup Hansen, ið nýtir so nógva orku upp á at rópa hart um broyting av landsbankalógini, tí hendan kemur at trýsta hann í harðari kapping um almennan pening, gloymir at fara í herna móti trupuleika, sum veruliga kunna sigast at vera peningapolitisk tíðarvilla, og sum avlagar fíggarkervi okkara.
Astrup Hansen, sum hevur so nógv ráð at geva landsstýri og løgtingi um, hvussu peningapolitisk lóggáva skal fremjast og ikki, grettir ikki orð um, hvussu vanligi privati uppspararin í skattalóggávuni við ?tekniskum handilsforðingum? verður bundin til bert at brúka føroyskar peningastovnar. Føroysku peningastovnarnir hava framvegis stórar kappingarfyrimunir mótvegis øðrum innlendskum og útlendskum fíggjarstovnum umvegis skattalógina, tí rentuavkast hjá privatpersónum av innlánum í føroyskum peningastovnum verður skattað við 35%, meðan avkast frá øðrum plaseringum verður skattað við marginal-inntøkuskatti.
Hevði verið gott, um Astrup Hansen tók hetta evni til viðgerar, næstu ferð hann í miðlunum greiðir frá, hvussu frí og rættvís kapping eigur at fremjast á føroyska fíggjarmarknaðinum.
Fíggjarkervi í broyting
Havi roynt at víst á, at sentralbankavirksemi broytist, tí fíggjarkervið broytist; altjóðagerð við útbreiðslu av figgjarkontraktum sum rentu- og valutaswaps, optiónum, futures og partabrøvum eru dømi um hetta. Pengapolitisku myndugleikarnir mugu alla tíðina royna at fylgja við. Hagtalsskipanir skulu tillagast og ítøkiligu amboðini nútíðmansgerast.
Sjálvt máttmiklastu sentralbankarnir í heiminum, FED og ECB, hava trupuleikar við at røkka málssetningum sínum við nýtslu av marknaðartillagaðum amboðunum (sum Astrup Hansen metir vera the real thing) í samband við stýring av rentu og pengamongd. Talan er um amboð, sum virka upp á longri sikt og við rættuligari stórari óvissu.
Afturat hesum eru trupuleikar við tí sosiala sundurbýti, sum vanligu nútímans pengapolitiku amboðini viðføra. Tey venda ?tunga endan niðureftir?.
Tí snýr ein partur av tjakinum í t.d. USA seg um, hvussu framtíðar amboð skulu tilevnast. Fleiri av amboðunum, nevnd hava verið, eru ikki ókend í føroyskum høpi, um enn tey ikki hava verið nýtt so tilvitaði fyri at røkka makrobúskaparmálum.
Tað eigur sjálvandi hvørki at vera undirritaði ella Astrup Hansen, sum avgera, hvørji amboð landsbankin - ella hvør stovnurin so er, ið loysir uppgávur hansara - hevur at røkka málssetningum sínum við. Hetta er vald og uppgáva, sum liggur hjá lóggávumyndugleikanum. Helst er hetta tó so týðandi spurningur, at hann eisini átti at verið tikin upp í stýrisskipanar- ella grundlógartilgongd.
Fíggjareftirlitið
Letur til, at Astrup Hansen ikki rættuliga skilir meiningina við fíggjareftirlitinum. Hann vísir á, at landsbankin ikki er undir fíggjareftirlitinum, og at hetta er kappingaravlagandi mótvegis privatu peningastovnunum.
Fíggjareftirlitið er til fyri at verja vanliga uppspararan móti teimum, sum bjóða seg fram alment at umsita pening, t.d. í samband við innlán.
Peningastovnarnir bjóða seg fram til at taka í móti peningi frá almenninginum. Hetta ger landsbankin ikki. Fyri landsbankans viðkomandi er talan er um kundaviðurskifti, sum avmarkaði eru til fíggjarstovnar og partar av almenna sektorinum.
Hervið verið ikki sagt, at landsbankin er ? ella skal vera ? undantikin eftirliti. Virksemi landsbankans er undir grannskoðanareftirlitið (forvaltningsrevisión), eins væl og lógin um alment innlit, sum ikki fevnir um privatu peningastovnarnar, er galdandi fyri um landsbankan.
At leggja landsbankan undir fíggjareftirlitið gevur líka lítla meining, sum at leggja Fíggjarmálastýrið undir slíkt eftirlit.
Jonhard Eliasen










