Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn verður sagt, at “... ein ábyrgdarfullur og konjukturjavnandi politikkur skal - við hjálp frá m.a. Landsbankanum, Búskapargrunninum, Arbeiðsloysisskipanini, Samhaldsfasta og nýggjari pensjónsskipan - javna sveiggini í búskapinum. Langtíðarætlan skal gerast fyri bæði rakstur og íløgur landsins...”
Flokkarnir siga, at Landsbanki Føroya verður endurskipaður við væl lýstum uppgávum, og komandi inntøkuvøkstur landsins verður fyri ein part settur í Búskapargrunnin, tá hallið er vent til avlop.
- Sett verða í grunnin 20 prosent av árliga avlopinum upp til 200 miljónir krónur og 50 prosent av tí, sum er omanfyri 200 miljónir krónur.
Í fylgiskjalinum verður eisini sagt, at ríkisveitingin fyrst verður fastfryst og seinni minkað.