Landsbankastjórin: Rætt at seta búskaparlig tiltøk í verk

? Teir almennu kassarnir hava ikki brúk fyri meiri pengum, so okkurt slag av kravdari uppsparing verið tað rætta, tí so fáa fólk peningin aftur, sigur Sigurð Poulsen

?Hetta er ikki nakað, sum hevur tikið seg upp beint nú. hetta havi eg hildið leingi.

Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbanka Føroya, sigur, at tað er langt síðani, at hann alment boðaði frá fyrstu ferð, at tað er rætt at seta onkur búskaparlig tiltøk í verk fyri at tálma gongdini, tí nú er ferðin blivin nakað nógv.

? Tað ikki fyrst og fremst nýtslan, sum er nakar vandi. Men vøksturin er stórur og nýtslan veksur áleið við somu ferð sum lønarinntøkurnar í samfelagnum, ella sum tøka tjóðarinntøkan og sum lønarvøksturin er.

? Tað vil ikki siga, at føroyingar brúka størri part av inntøkuni nú, men inntøkan veksur so nógv, og tí veksur nýtslan eisini so nógv.

?Sigurð Poulsen sigur, at hinvegin hava íløgurnar verið smáar, men at tær eru í vøkstri nú, samstundis sum inntøkurnar frá fiskivinnuni eru í minking.

? Sostatt viga hesar broytingarnar upp ímóti hvørjum øðrum og tí er vøksturin framvegis stórur.

Hann sigur, at tað er ikki handilsjavnin, sum er trupulleikin í tí føroyska búskapinum í løtuni.

? Trupulleikin er kostnaðurin. Verður trýst lagt á kostnaðurin, verður eisini trýst lagt á kappingarførið, tí so koma bæði lønir og prísir undir trýst.

? Av tí, at so nógv fólk er burturflutt, kemur arbeiðsmarknaðurin lætt undir trýst, og tað førir til fløskuhálsar í framleiðsluni og sostatt eisini til bæði lønartrýst og prístrýst.

? Tí fyritøkur, sum ikki fáa fólk at framleiða tað, sum tær hava bundið seg til, og sum eftirspurningurin er, noyðast at betala seg burturúr tí, og tað kostar.


Óneyðugt at hækka skattir og avgjøld

Sigurð Poulsen sigur tí, at hann hevur leingi hildið, at tað er neyðugt at seta onkur tiltøk í verk fyri at tálma gongdini.

? Tess fyrr, vit seta hesi tiltøk í verk, tess bleytari raka tey. Bíða vit hinvegin ov leingi, skulu inntrivini verða so mikið harðari fyri at at virka.

Vit spurdu eisini Sigurð Poulsen, hvørji tiltøk, hann hugsar um.

? Teir almennu kassarnir hava ikki brúk fyri fleiri inntøkum. Sostatt er tað óneyðugt at hækka skattir ov avgjøld, sigur Sigurð Poulsen.

Hann sigur, at hansara tilmælið er hinvegin, at okkurt slag av krvdari uppsparing verður sett, so at trygd er fyri, at fólk fáa peningin aftur. T.d. hevur hann onki ímóti, um uppsparing verður sett í verk til eftirløn - um semja fæst nóg skjótt um treytirnar fyri henni.


Hættislit

Tað hevur verið nevnt, at tað er ógvuliga ymisk, sum teir ymsu landspartarnir í Føroyum eru fyri búskaparliga og at tað rætta hevði verið at gjørt mun á tí fíggjarpolitikki, sum verður førdur í teimum ymsu økjunum í Føroyum?

?Tað er uttan iva rætt, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu teir ymsu partarnir í Føroyum eru fyri.

? Men at gera mun á fíggjarpolitikkinum í teimum ymsu økjunum í Føroyum, er trupult.

? Tí so koma vit inn á bygnaðarpolitikk.

? Vit skulu alla tíðina føra bæði konjunkturpolitikk og bygnaðarpolitikk.

? Men tað er tað við bygnaðarpolitikki, at hann virkar ikki frá degi til dags. ?So tað ber ikki til at føra bygnaðarpolitikk, tá ið tørvur er á konjunkturpolitikki. ? Tað tekur tíð at fáa bygnaðarpolitikk at virka, og tað er ógvuliga vandamikið at loyva vissum pørtum av búskapinum at blíva ov heitar fyri at fáa eina tillaging á øðrum økjum.

? Vit noyðast at føra konjunkturpolitikk fyri at stilla hitan í búskapinum. Vit noyðast at gera tað, sum er neyðugt, men á ein slíkan hátt, at inntrivini ikki verða so ógvuslig, sigur Sigurð Poulsen.

? Men hann leggur afturat, at tað er ikki bráðneyðugt við tiltøkum.

? Men tað er neyðugt at stilla búskapin eitt sindur. ? Og tað er neyðugt at umrøða spurningin, so at vit finna tær neyðugu semjurnar, sigur Landsbankastjórin.