Landið kann fáa hálva milliard fyri bankan

– 457 milliónir krónur. Tað er virðið á ognarpartinum hjá landinum í BankNordik, um vit rokna tað út frá dagsins kursvirði.

 

Partapeningurin í BankNordik er 200 milliónir krónur, býttur á 10 milliónir partabrøv. Landið eigur gjøgnum »Fíggingargrunnin frá 1992« ein triðing av partapeninginum. Tað vil siga, at landið eigur 3,3 milliónir partabrøv í bankanum, og kursurin á hvørjum teirra er beint nú 138,5. Tað vil siga, at partabrøv í BankNordik, sum verða seld á virðisbrævamarknaðinum beint nú, verða seld fyri 138,5 krónur stykkið. Tilsamans hevði tað verið 457,05 milliónir krónur, um allur parturin hjá landskassanum varð seldur fyri dagsins kurs.

 

Í morgin skal Løgtingið viðgera uppskot frá Miðflokkinum um, at landið selur sín part í BankNordik.

 

Uppskotið hjá Miðflokkinum hevur neyvan nakran kjans at verða samtykt, tí soleiðis velur landsstýrið valla at handlað við partabrøvunum í bankanum. Fyri at politikarar ikki skulu beinleis vald á bankanum, so liggur eisin Fíggingargrunnurin frá 1992 ímillum. Og hevði landið sett øll síni partabrøv til sølu í einum, so hevði kursurin skramlað í botn, so tað verður í øllum førum ikki soleiðis, at almenni ognarluturin verður seldur.

 

Info hevur tosað við fólk, sum hava skil fyri at handla við partabrøvumn hjá feløgum, sum eru skrásett á virðisbrævamarknaði.

 

Keldan sigur, at tað ber væl til hjá Fíggingargrunninum at selja síni partabrøv, men tá verður tað ikki gjørt við vanligari sølu á partabrævamarknaðinum. Men tað ber væl til at gera avtalu við ein ella fleiri keyparar – hóast talan er um børsskrásett felag – tá tað snýr seg um at selja so stórar partar av einum felag.

 

Keldan, sum info hevur tosað við heldur, at tað ber væl til hjá Fíggingargrunninum at fáa ein góðan prís fyri sín part, og at tað als ikki er óhugsandi, at landið fær tað, sum tað er vert við dagsins kursi – men heldur, at tað eisini er møguleiki at fáa enn meira fyri partabrøvini.

 

– Um tað er ein keypari, sum sær, at hann kann fáa eitt gott avkast. Eitt nú, at eitt rímuligt vinningsbýti verður útgoldið á hvørjum ári, so kunnu partabrøvini verða nógv verd, sigur keldan.

 

Næststørsti partaeigari í BankNordik er LindInvest hjá danska ríkmanninum Henrik Lind. Hetta felag eigur 10 prosent av partapeninginum. Tað merkir, at hann hevur líka nógv at siga, sum Fíggingargrunnurin á aðalfundinum, tí eingin partaeigari í BankNordik sleppur at atkvøða við meira enn 10 prosentum av atkvøðunum. Tí hevði tað eisini verið hugsandi, at parturin hjá landinum kundi verið seldur í trimum ella fýra pørtum, sum tá høvdu fingið lutvíst meira vald tilsamans á aðalfundi bankans.

 

Á aðalfundinum í BankNordik hesaferð verður skotið upp at útluta 300 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað gevur »Fíggingargrunninum frá 1992« 99 milliónir krónur í viningsbýti, meðan LindInvest fær 30 milliónir krónur.

Uppskotið hjá Miðflokkinum til samtyktar kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER