Landið skal yvirtaka alla ábyrgd av kommunulæknum

Arbeiðið at leggja alla kommunulæknaskipanina undir Landið, verður nú tikið upp aftur. Arbeiðið hevur annars ligið stilt í eina tíð, men Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at fyrsti fundurin um málið hevur verið við kommunufelagið – og nú er ætlanin at tað skal bera á mál. Í hesum sambandi skal greiða so eisini fáast á, hvussu tann fíggjarliga uppgerðin skal vera, har Landið antin keypur, ella leigar hølini, kommunulæknarnir virka í. 

 

Sum støðan er tann, at er tað Heilsumálaráðið, sum hevur ábyrgdina av læknunum, men tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av hølunum. Vansin við at ábyrgdin er tvíbýtt, er, at tænastan kann verða ymisk, alt eftir, hvørjum læknadømi, fólk búgva í, umframt at tað avmarkar møguleikarnar at menna virksemið í kommunulæknahúsum kring landið, tí tað eru kommunurnar, sum hava ræðið á bygningunum.

 

Sostatt ber tað ikki til, uttan víðari, at seta ætlanina í verk um at flyta ymsar viðgerðir og kanningar av sjúkrahúsunum til læknahøli kring landið, tí tað eru kommunurnar, sum hava ræðið á bygningunum. Hon vísir eisini á, at peningur er játtaður til ein kommunulækn afturat í Havn, men hann kann ikki setast, tí ongi høli eru til hann.

 

Sirið Senberg nevnur sum dømi, at talan kann verða um at flyta ein part av viðgerðini fyri diabetis í læknahús kring landið, tí tað kann saktans flytast av Landssjúkrahúsinum.