Landið: Meira fyri hvørja krónu

Frá 1. oktober 2013 koma nýggjar reglur í gildi um landsins keyp av vørum og tænastum. Meira fyri hvørja skattakrónu og økt privat kapping, eru slagorðini, og hetta skal tryggjast á tann hátt, at allir stovnar við fáum undantøkum skulu biðja um tilboð frá fleiri veitarum fyri keyp yvir 50.000 krónur, og bjóða út alment fyri keyp omanfyri 800.000 kr.

Eitt nýtt rundskriv frá Fíggjarmálaráðnum um landsins keyp av vørum og tænastum, skal bera í sær, at meira fæst úr peningi skattgjaldarans, og at kappingin á privata marknaðinum verður stimbrað.

-Málið er at fáa sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu, at fáa meira fyri minni, og at kappingin millum privatar veitarar verður stimbrað, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Ítøkiliga verður kravt, at útboð verða lýst á einum nýggjum keypsportali. Portalurin fer at virka frá 1. oktober 2013, og fer Gjaldstovan at standa fyri honum.

Sum liður í arbeiðnum at fáa sum mest burturúr, ætlar Fíggjarmálaráðið at skipa eitt tvørgangandi keypstoymi, og skal toymið mannast við fólkum frá stovnum, sum hava drúgvar royndir at keypa inn. Toymið skal vegleiða stovnum at skipa keyp av vørum og tænastum.

Kelda: fmr.fo