Landið 300 milliónir dýrari at reka

Tað sæst í nýggja fíggjarlógaruppskotinum, sum Karsten Hansen í dag leggur fram í løgtinginum. Samstundis er trísifraða avlopið tódnað niður í 50 milliónir

Leingi hevur verið bíðað, men nú er hon her. Fíggjarlógin fyri 2008.

Á tíðindafundi fyrrapartin legði Karsten Hansen fram fíggjarlógaruppskotið, sum vísir eina samlaða útreiðslu upp á 4,304 milliardir krónur. Samstundis verða inntøkurnar mettar til 4,357 milliardir, sum merkir eitt avlop upp á 53 milliardir, ella á leið tað sama sum fyri 2007.

Men hetta talið er langt frá teirri trísifraðu upphæddini, sum fíggjarmálaráðharrin fyrr hevur proklamerað.

Landsstýrið vísir á nakrar avgerandi fyritreytir fyri uppskotinum. Millum annað:

• ovurhitaður búskapur sum hevur havt høgan útreiðsluvøkstur við sær

• ov nógv dømi um vantandi fíggjarstýing á stovnunum

• ov smalt skattagrundarlag

• tekin um, at stóri búskaparvøksturin fer at hasa av

• høgur prísvøkstur vegna hækkandi olju-, rávøru og matprísir

• metlágt arbeiðsloysi samstundis sum trupulleikarnir við útlendskari arbeiðsmegi framvegis ikki eru loystir

• kredittkreppan minkar um privatu nýtsluna

 

Raðfesta

Inntøkurnar fáast til vega við skatti (1.833 milliónum) og avgjøldum (1.891 milliónir), umframt donsku ríkisveitingina upp á 633 milliónir krónur.

Útreiðslurnar koma soleiðis fram: rakstur 4.088 milliónir, íløgur 235 milliónir og rentur -19 milliónir. Tilsamans 4.304 milliónir krónur.

Verður hugt at rakstrinum eina sæst, at hann veksur almikið í mun til undanfarnar fíggjarætlanir, úr 3.767 (roknskapartøl) í 2007 til 4.088 millónir í 2008. Hetta er 321 milliónir krónur og munandi størri vøkstur enn undanfarin ár, tá hann hevur ligið millum 100 og 150 milliónir krónur.

Grundgevingin fyri hesum er, sambært Karsten Hansen, at fleiri at teimum kostnaðarmiklu uppskotunum, sum lógu í tinginum, tá val varð útskrivað, eru tikin við í hetta uppskotið, eins og nýggja samgongan hevur valt at raðfesta ávís øki. Teirra millum kunnu nevnast:

• nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum

• fleiri pedagog- og læraraflokkar

• pisa-átøk

• fleiri røktarpláss til eldri

• barnaískoyti til stakar uppihaldarar

• betri barsilsskipan

• betri pensjónir

• yvirtøka av veðurtænastuni

• yvirtøka av útlendingamálunum

 

31 ikki 130

Undanfarna samgonga hevði eitt fíggjarlógaruppskot, sum vísti eitt avlop upp á 170 milliónir krónur. Hetta nýggja hevur bert 53 milliónir í avlopi. Hetta avlop væntar fíggjarmálaráðharrin kortini at fáa rætta upp komandi árini.

Tað, sum kanska hevur størri áhuga júst í løtuni, er Sandoyartunnilin. Í uppskotinum eru settar av 5 milliónir krónur til fyrireiking av arbeiðinum, og síðani skulu pengar setast á eina serstaka høvuðskonto tá funnið er fram til, hvussu arbeiðið skal gerast. Her eru nýttar ógvuliga bleytar orðingar, serliga í mun til orðingarnar í sambandi við skúlamiðdepilin í Marknagili. Har eru settar tvær milliónir krónur av í ár til projektering, og 30 milliónir krónur komandi ár.

Eitt annað ivamál er nógv umrødda yvirtrekkið hjá ávísum stovnum í fjør, sum sambært hesi samgonguni er 130 milliónir krónur. Men sambært tølunum í fíggjarlógaruppskotinum hjá somu samgongu er munurin millum fíggjarlógaruppskotið fyri 2007 og roknskapartølini fyri sama ár bert 31 milliónir, so aðrir stovnar mugu hava at brúkt 100 milliónir minni enn teimum varð tillutað.

Aðrir postar í fíggjarlógaruppskotinum hava verið við sviðusoð, eitt nú Trygdarmiðstøðin í Klaksvík, sum hvørki fær eina krónu í uppskotinum í ár, ei heldur í næsta ár. Hinvegin eru settir pengar av til nýtt havrannsóknarskip bæði fyri 2008 og 2009.

Fíggjarlógaruppskotið er sum vant ógvuliga umfatandi, og munandi meiri verður at frætta um hetta í komandi bløðum.