Leygardagin hin 12. februar skipar Bóndafelag Føroya, Óðalsfelagið og Útoyggjafelagið fyri stórari ráðstevnu. Evnið er ?Alternativir vinnumøguleikar í landbúnaðinum?. Tríggir landbúnaðarfrøðingar úr ávikavist Noregi, Íslandi og Grønlandi koma at hava fyrilestur, umframt Rólv Djurhuus, landbúnaðarráðgeva, Olgu Biskopstø, verkætlanarleiðara fyri Slow Food og onnur, sum starvast innan økið.
Fríggjakvøldið 11. februar verður eisini aðalfundur í Bóndafelagnum, har teir tríggir landbúnaðarfrøðingarnir koma at hava eitt innlegg um bóndafelagsvirksemi í teirra heimlandi.
Hesi trý eru eisini við í NORA-verkætlanini - Arctic Quality - saman við Rólvi Djurhuus, landbúnaðarráðgeva á Búnaðarstovuni. Tey tosa øll danskt ella norskt.
- Endamálið við verkætlanini er at royna at menna matframleiðslu í londunum við Norðurhøv, og málið er at fáa eina skipaða vørugóðkenning undir heitinum Arctic Quality, siga stigtakararnir til landbúnaðarráðstevnuna, sum verður á Hotel Føroyum.
Ein framsýning verður eisini, meðan ráðstevnan er. Her verða vørur úr landbúnaðinum sýndar, eins og serstakar matvørur av útoyggj verða smakkaðar og dømdar av einum paneli.
Ráðstevnan er almenn, og atgongdin er ókeypis, men neyðugt er tó við tilmelding.










