Landasorg í Pakistan aftan á flogvanlukku

Myndugleikarnir í Pakistan hava lýst dagin í dag sum almennan sorgardag eftir flogvanlukkuna í morgun, tá eitt pakistanskt Airbus-flogfar við 152 fólkum umborð datt niður beint norðan fyri høvuðsstaðin Islamabad.

Innanríkisráðið sigur, at fimm fólk sluppu livandi frá vanlukkuni og eru flutt á sjúkrahús, men bjargingarliðini siga, at eingin slapp livandi frá vanlukkuni.

Ein talsmaður fyri býráðið í Islamabad sigur, at bjargingarliðini hava bjargað millum 45 og 50 líkum úr vrakinum.

Flogfarið, sum felagið Air Blue átti, var á veg úr Karachi til Islamabad, tá tað datt niður, júst sum tað gjørdi klárt til lending, skrivar Reuters.