– Amerikanski marknaðurin er øgiliga stórur partur av strategisku ætlanum okkara.
Tað segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost og nevndarformaður í nýggja framflogfelagnum, FarCargo, í samrøðu við Sosialin 14. apríl í fjør, sum vit endurgeva her.
– Vit halda, at USA er øgiliga týdningarmikil fyri menningina av marknaði og av føroyskum útflutngini, serliga av laksi. Tí er hetta vorðið so viðkomandi.
– Vit fingu avbjóðingar undir korona. Vit sóu, at flutningsmøguleikarnir vórðu avmarkaðir. Okkurt tíðarskeið var tað trupult yvirhøvur at finna flutning, og fanst tú flutning, so var tað sera dýrt. Ofta tvær og trígg jar ferðir vanligan prís. Allur flutningur hevur verið dýrur undir koronu, eisini flogflutningur, tað var eisini við til at seta rættiliga gongd á hetta, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur víðari, at tað sum eisini ger seg galdandi er, at Bakkafrost byrjaði at selja til USA síðst í 80'unum. Hann var sjálvur fyrstu ferð í New York í hesum ørindum í 1988 ella 89.
– Tá seldu vit til USA, vit g jørdu tað øll 90'ini. Ikki tær mongdir, sum í dag, tí nú er alt øðrvísi.
##med2##
Hava størri styrki nú
– Nú eru vit ein spælari, sum kann spæla strategiskt saman við kundum, tí hava vit møguleika at menna okkara vørumerki, sum vit eisini langt síðani hava gjørt. Vit eru í eini heilt serliga støðu í dag í mun til bara fyri eini 7-8 árum síðani, tað ger møguleikan hjá
okkum nú at menna okkum á tí betra marknaðinum, hjá teimum, sum spyrja eftir serstakum vørum, kvalitetsvørum, vísir hann á.
Bakkafrost hevur gott umdømi í USA, og hevur havt tað í nógv ár.
– Samstundis so sígg ja vit, at við at flúgva bein¬ leiðis, so kunnu vit stytta veitingartíðina úr fýra samdøgrum niður í eitt.
Av Glyvrum til New York sama dag
Hann greiðir frá, at um laksurin verður fluttum umvegis London, so skal hann fyrst siglast til Onglands og koyrast til London, har tað eisini er ein transittíð.
Tá tekur tað tríggjar til fýra dagar at fáa laksin fram.
Men við flogrutuni úr Føroyum, so verður tað
nakað heilt annað.
– Nú kunnu vit kryvja
fiskin í Føroyum um morgunin. Um kvøldið fer flúgvarin úr Vágum, og longu á midnátt føroyska tíð er hann í New York, og tað svarar til klokkan 19 um kvøldið New York tíð, sama dato, og so fáa vit hann út dagin eftir.
– Tað sum eisini er broytt síðstu árini er, at vit hava okkara egna virki í New Jersey, sum vit hava bygt sjálvi. Vit keyptu eina fyritøku har fyri nøkrum árum síðani, og hana hava vit ment til eitt heilt nýtt virki so vit hava okkara egna logistikk har yviri okkara egnu lastbilar og trailarar.
Góðskingarvirki í New Jersey
Talan er um eitt kombinerað flutningsvirki og framleiðsluvirki.
– Vit hava møguleika at
flakaskera, skera í portiónir, vaccumpakka. Tað er eitt góðskingarvirki sum arbeiðir við feskum vørum, men vit hava eisini frystigoymslu og køligloymslu, vit taka feskan laks inn úr Skotlandi, Noreg, Føroyum og Kili og skera hann har og pakka í smápakning.
Regin Jacobsen greiðir frá, at summir kundar vilja hava tað sum er bíligt, summir kundar vilja hava tað, sum er gott, summir kundar vilja hava eitt sindur av hvørjum.
– Og teir kunnu so keypa alt frá okkum har, sigur hann.
Fremmandi laksurin verður tó ikki sendur undir vørumerkinum hjá Bakkafrost.
– Á virkinum í New Jers ey levera vit so hvønnn dag við okkara bilum út til allar hesa matstovur og og handlar í økinum har í New Jers¬ ey og New York. Vit hava fleiri hundrað kundar, sum soleiðis bestilla dagin fyri.
Hava nú alla ketuna
– Tað at vit hava hetta virkið í New Jersey ger, at vit nú hava alla ketuna út til endakundan, og tá ið flúgvarin lendir í Newark, so eru tað okkara egnu lastbilar sum fara inn á flogvøllin eftir laksinum, og so koyra vit fiskin út á virkið hjá okkum.
– Lat okkum siga, at vit kruvdu fiskin í morgun, í kvøld so hevði hann farið úr Vágum, og á midnátt, so var hann í New Jersey, tað vil siga, at tað er bara frá nátt¬ urða í kvøld til á midnátt, eini 6-8 tímarathanner millum Glyvrar og Newark, so er hann á køl aftur. Og flúgvarin kann eisini køla, tað ger at vit kunnu minka munandi um ísin, sigur Regin Jacobsen.
– Ella kanska vit als ikki hava nakran ís. Tí kemur flúgvarin at flúgva laks og ikki ís. Í dag flúgva vit 60¬ 70 prosent av laksi og 30¬40 prosent ísi.
Harumframt er tað styttri at flúgva úr Vágum til Newark enn úr London til Newark. Og so er tað siglitíðin niður til onglands og koyring við trailara til London.
Minka CO2 útlátið munandi
Regin Jacosen sigur, at tey hava g jørt útrokningar, sum eru góðkendar – sum vísa, at tey kunnu minka munandi um útlátið, næstan hálvera CO2 útlátið, við at flúgva úr Vágum.
– Sjálvandi er ein hálvering ikki nokk í 2050 – men Airbus sigur, at í 2035 hava teir flogfør sum kunnu nýta vetni. Vit fara ikki at gevast við at flúgva. Eins og øll onnur tøkni, so fer hendan tøknin eisini at mennast.
– Vit flúgva eini 10-20 prosent av laksinum, meðan við sigla nógv tað mesta, eini 80-90 prosent. Tað heldur fram, men tað er eitt ávíst segment, sum vil hava tað tá tú fært ein laks á borðið í New York, at hann var livand í gjár heldur enn fyri trimum vikum síðani. Tað er ein partur av marknaðnum, sum vil tað.
– Og sum ein stórur veitari av laksi, so mugu vit vera á øllum segmentum, meðan tann lítli kann hugsavna seg um eitt ávíst segment, vísir Regin Jacobsen á.
Til Ísraels eina ferð um vikuna
Regin Jacobsen sigur, at tey kunnu nøkta tørvin við flutninginum til New Jersey, um hetta flogfarið flýgur hvønn dag.
– So hava vit tosað um at flúgva til Ísraels eina ferð um vikuna. Vit flúgva eisini laks til Los Angeles og niður til Texas, Miami og eisini til Kina, Beijing, Shanghai og Hong Kong og Taiwan og Miðeystur og Indonesia, so tað eru nógvir marknaðir, vit flúgva til í dag, sum hesin flúgvarin ikki fer at flúgva til, sigur hann.
– Vit høvdu nokk klárað at flogið til Miami, Emiratini, Dubai, Turkalands – men Kina tað blívur ein øgiliga drúgv ferð, sum hevði verið ov stóru biti.
Hann sigur, at nýggja felagið sjálvandi ikki fer at flúgva til allar marknaðir. Tí har tey flúgva, mugu tey eisini hava returfrakt, sum skal uppbyggjast.
Hann sigur, at eftirspurningur er eftir flogfrakt til Evropa. Og kundu tey tikið okkurt við til Føroya, var tað besta, um ikki so til Danmarkar.
– Nú hava vit so skrivað undir og betalt pengarnar.
Vænti at vit fara at økja um søluna, tí tað er so leiðis á øllum marknaðum, at tá tú gert okkurt serstakt, sum vekir uppsikt, so gevur tað umrøðu, so verða kundar meira áhugaðir. Vit vóru á Boston Seafood Show fyri einum mánaði síðani, hava veirð í 15 ár, hetta var tann besta messn nakrantíð, fleiri og stórir kundar, sum vit ikki hava selt, til, spurdu eftir laksinum. Har fáa vit ein kappingarfyrimun.