Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi minkaði umleið 4,9% í fyrsta ársfjórðingi 2023, í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Samanlagt við goymslubroytingum, minkaði samlaða útboðið av laksi við umleið 4,1% í ársfjórðinginum, samanborið við sama ársfjórðing 2022.
Laksaprísurin í fyrsta ársfjórðingi var 31% hægri í fyrsta ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Minkaða útboðið av laksi, økti eftirspurningurin og príshækkingar á øðrum matvørum elvdi til hægri laksaprís.
Lítil vøkstur í útboðnum í seinnu helvt av 2023
Altjóða útboðið av laksi í fyrru helvt av 2023 verður mett at minka 1-2%, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Í seinnu helvt av 2023 verður útboðið væntandi 4-5% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Fyri alt 2023 veksur útboðið av laksi væntandi 2% í mun til árið fyri, uttan mun til goymslubroytingar.
Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA og Fjareystri. Hetta er við til at minka um marknaðarváðan. Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Bakkafrost steðgað øllum handli við Russland.
##med2##
Aling
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð í hesum ársfjórðinginum. Lúsatølini hava framvegis verið lág og fellið somuleiðis lágt. Hóast fellið er lágt, leggur Bakkafrost stóran dent á at minka enn meira um hetta. Í hesum ársfjórðinginum hevur tað ført við sær, at fiskur viðhvørt er tikin nakað áðrenn ætlaða tøkuvekt, fyri at minka um tørvin á viðgerð, ið kundi elvt til hægri felli. Saman við tí, at størri parturin av tøkuni í ár verður í seinnu helvt av árinum, hevur hetta ført við sær, at miðaltøkuvektin var lægri í ársfjórðinginum enn sama ársfjórðing í fjør. Bakkafrost væntar, at miðal tøkuvektin verður hækkandi komandi ársfjórðingarnar. Í hesum sambandi hevur nýggi brunnbáturin Bakkafossur ein týðandi leiklut, eftirsum Bakkafossur gevur nýggjar møguleikar at viðgera við feskvatni og skilja fisk. Hetta betrar um møguleikarnar hjá Bakkafrost at hækka miðal tøkuvektina, minka um fellið og minka um lúsatølini.
Tær útbygdu smoltstøðirnar á Norðtoftum og á Glyvradali eru nú tiknar í nýtslu. Samanlagt gera útbyggingarnar tað møguligt at framleiða 6,5 milliónir smolt á 500g eyka árliga. Hetta er ein týðandi liður í at røkka málinum um at framleiða meira enn 23 milliónir smolt í Føroyum, við eini miðalvekt á 500g í 2026.
Alingin í Skotlandi hevur gingið munandi betur í hesum ársfjórðinginum, millum annað tí betur tamarhald er fingið á lívfrøðina. Hendan gongdin byrjaði í fjórða ársfjórðingi 2022 og mentist enn meira í hesum ársfjórðinginum. Fellið er minkað munandi og hevur gjørt tað møguligt, at lata fiskin vaksa heldur enn at taka hann tíðliga. Sostatt er miðal tøkuvektin munandi hægri í hesum ársfjórðinginum, eins og tøkunøgdin og søluvirðið eisini hækkaðu.